Tað gekk akkurát í Sørvági

Hóast O7 Vestur var undirmannað, so eydnaðist tað at vinna tepurt ímóti Víkingi

Fyri aðru ferð í fýra dagar eydnaðist tað 07 Vestur í dag at vinna 2-1. Harvið liggur vesturliðið framvegis trygt á kósini ímóti bestu deildini.

 

Teir næstbestu hjá Víkingi vitjaðu í Sørvági. Setningurin hjá gestunum var  at verja og dúva upp á mótálop, og fyritreytirnar vórðu uppaftur betri, tá ið tað við einasta møguleikanum í fyrra hálvleiki og við rimmar frísparki hjá Magnusi Jarnskor úr 20 metrum longu eftir lítið korter eydnaðist Víkingi at vinna fyrra hálvleik 1-0.

 

Tóki á Lofti javnaði til 1-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Uppspælið var í høgru, har Holgar Durhuus sneiddi seg leysan og spældi Jákup Sveinbjørn Olsen, sum legði bóltin til handara stólpa, har Tóki setti hann í netið.

 

Heimaliðið fekk skot fyri bógvin í royndini at vinna øll stigini, tá ið toppskjðuttin Søren Nielsen varð vístur av vølli fyri hevnisøku. Tá restaðu tjúgu minuttir.

 

 07 Vestur helt tó fram at stríðast, og hóast heimamenninir vóru undirmannaðir, so eydnaðist tað tíggju minuttir undan leikloki at skora sigursmálið eftir innlegg úr høgru, sum Torstein Mýlingstind var meistari fyri. Liðformaðurin Holgar Durhuus sendi við høvdinum bóltin í tvørtræið, og tá ið bólturin støkk niður í svørðin og upp frá aftur, var Holgar Durhuus fyrstur á returbóltinum, og so var 2-1 og fagnaður millum heimafólkið.