Tvær ferðir vóru fuglfirðingar á odda í Sarpugerði íkvøld. Víkingur megnaði báðu ferðirnar at svara aftur og at javna, og at enda vóru heimamenninir teir drúgvaru. Víkingur vann 3-2. Sigursmálið skoraði miðverjin Vukasin Tomic, tá ið eitt stórt korter var eftir.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Jan Ó. Ellingsgaard ÍF framum við stútara og eftir innlegg úr høgru.
Tíggju minuttir undan steðginum javnaði Adeshina Lawal, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu heilfluktaði bóltin í málið.
Tríggir minuttir seinni var ÍF aftur frammanfyri. Tá var tað vongverjin í høgru, Dávid Langgaard, sum við høvdinum og eftir hornaspark sendi bóltin í málið.
Eftir steðgin legði Víkingur bragdliga fyri, og tað var bara ein lítil løta farin, tá Bogi Reinert Petersen, sum áður hevur spælt við ÍF, javnaði til 2-2.
Tað leikaði javnt á, og tað sást ikki á leikgongdini, at annað liðið kappast fyri aftur næsta ár at spæla í europeisku kappingini, meðan hitt er aftast í deildini.
Kortini vóru tað favorittarnir í Víkingi, sum vóru teir drúgvastu og vunnu 3-2.
Víkingur – ÍF 3-2 (1-2)
0-1: Jan Ó. Ellingsgaard
1-1: Adeshina Lawal
1-2: Dávid Langgaard
2-2: Bogi Reinert Petersen
3-2: Vukasin Tomic
KÍ – HB 3-1 (1-0)
1-0: Jóannes Bjartalíð
1-1: Adrian Justinussen
2-1: Jóannes Bjartalíð br
3-1: Torbjørn Grytten
B36 – Skála 1-0 (0-0)
1-0: Alex Mellemgaard br
TB – AB 0-1 (0-0)
0-1: Rógvi Poulsen
NSÍ - EB/Streymur kl. 19.00