Tað gekk akkurát hjá United

Fjarstøðan fram til grannarnar í City er tann sama, sum hon var undan vikuskiftinum

Síðsta korterið varð tættari og meiri spennandi, enn fyrstu fimm korterini høvdu bent á, at tað fór at verða.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki løgdu Romelu Lukaku og Jesse Lingard Manchester United framum 2-0. Støðan helt sær, inntil tað restaðu trettan minuttir. Tá minkaði West Bromwich Albion um munin til 1-2. Málskjútti var miðvallar veteranurin Gareth Barry.

 

Fýra minuttir vóru lagdir aftrat vanligu leiktíðini, og í onkrum førum lúrdi møguleikin fyri, at tað skuldi eydnast heimaliðnum at javna, men Manchester United vann 2-1, og er harvið á veg úr Vest-Midlands – í ein útnyrðing úr Birmingham – og teir 130 kilometrarnar til Old Trafford við trimum stigum í viðførinum.

 

Manchester United er næstovast við 41 stigum – ellivu stig aftanfyri Manchester City. WBA er næstaftast við fjúrtan stigum – tvey stig undir niðurflytingarstrikuni.

Bæði liðini skulu aftur í eldin tollaksmessudag. WBA skal spæla á útivølli ímóti Stoke, og Manchester United skal spæla á útivølli ímóti Leicester City.