Tað vóru teir umborð á Hvessingi hjá róðrarfelagnum í Hvalvík og Streymnesi, sum vóru fremstir á mál, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust í góðveðrinum í Hósvík í kvøld. Harvið svaraði hann aftur, eftir at Sundabáturin vann á jóansøku. Hvessingur vann á norðoyastevnu, og tí er hann nú fremstur í FM kappingini.
Sundabáturin og Hvessingur lógu eina løtu eftir startspurtin púra javnir og borð um borð. Sundabáturin hevði eina løtu stavnin undan Hvessingi, men so vóru tað teir úr Hvalvík og Streymnesi, sum av álvara tóku sær um reiggj.
Tá ið hálvt málið var rógvið, var tað ein hálv bátslongd frá Hvessingi og aftur til Sundabátin, sum var langt frammanfyri bæði Hósvíking og Fortunu, meðan Jarnbardur og Lómur vóru aftari.
Hvessingur økti støðugt um leiðsluna, so hon var ein bátslongd, tá ið tað vóru tríhundrað metrar á mál. Tá var eingin ábending um, at tað fór at verða spenningur um sigurin.
Men so munaðu tøkini hjá Sundabátinum øgiligt. Í hvørjum taki tók Sundabáturin seg støðugt nærri og nærri Hvessingi, sum fór um málið akkurát undan Sundabátinum. Tað leyp millum lítið og einki av, og tað tørnaði út heilt øðrvísi, enn tað leingi sá út til, at tað fór at gera.
1 Hvessingur 04.51.45
2 Sundabáturin 04.52.33
3 Fortuna 05.03.15
4 Hósvíkingur 05.04.30
5 Lómur 05.08.08
6 Jarnbardur 05.09.26
FM støðan
1 Hvessingur 20
2 Sundabáturin 19
3 Hósvíkingur 14