Tað gekk akkurát hjá EB/Streymi

EB/Streymur hevur sjeynda árið á rað tryggjað sær pláss í steypafinaluni. Tað gekk akkurát. EB/Streymur vann fyrru hálvfinaluna 4-1 á heimavølli. Í góðveðrinum í Gundadali í kvøld hevur HB vunnið 5-2. Harvið stendur á jøvnum 6-6. At EB/Streymur er samantaldur vinnari kemst av, at EB/Streymur skoraði fleiri mál á útivølli, enn HB gjørdi.

Síðsta málið skoraði HB eftir horna í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat.

Talan var um sera undirhaldandi uppgerð, og áskoðararnir sótu rúnabundnir..

HB var nógv betri upplagt í 1. hálvleiki, tá ið EB/Streymur rann aftaná. HB spældi seg til fleiri risa stórar málmøguleikar, og tað eydnaðist at skora tvey mál. Tað fyrra var sjálvmál, sum Sorin Anghel var óheppin at gera, og tað seinna skoraði Símun Samuelsen eftir sera gott uppspæl.

Fyrstu løtuna eftir steðgin var HB í somu øði, og tað eydnaðist at økja um leiðsluna til 3-0. Harvið var HB í finaluni, men bara eina lítla løtu. So reistist EB/Streymur, og eftir lítlari løtu skoraðu sundalagsmenn tvey mál. Bæði tá ið Sorin Anghel skoraði, og tá Levi Hanssen skoraði, var verjuavrikið hjá HB sera lítið sannførandi.

Tá støðan var 3-2 tóktist tað sum um, at luftin var farin úr HB, men heimaliðið reistist sum fuglurin Føniks, og síðstu løtuna økti heimaliðið um leiðsluna til 5-2. Tá var tað sera intenst og spennandi, og tað kendist sum sannur lætti hjá teimum mongu í vestara skýli, tá ið síðsta bríkslið hoyrdist.

Finalan verður 25. august, og tá skal EB/Streymur spæla ímóti Víkingi, sum fyrr í dag tapti 2-1 á Vágseiði ímóti FC Suðuroy. Samantalda úrslitið var 2-2, men Víkingur tryggjaði sær finaluplássið við at hava skorað fleiri mál á útivølli enn mótstøðuliðið.

Finalan verður endurtøka av finaluni í 2009, tá ið Víkingur vann 3-2 ímóti EB/Streymi. Víkingur er oddalið í landskappingini, og EB/Streymur er næstovast á støðutalvuni.

 

Liðugt

90 min.

4-2

Tríggir minuttir eru lagdir aftrat vanligu leiktíðini.

 

85 min.

4-2: Hallur Hansson 83.

HB hevur svarað aftur. Eftir langa sending fram í brotsteigin gjørdist Hallur Hansson púra leysur mitt fyri og ellivu metrar úr málinum, og hann setti bóltin í málið.

Ein lítil neisti tykist vera tendraður aftur í HB, sum roynir at leypa á. Um tað skal eydnast teimum at vinna finaluplássið, so skulu heimamenninir í Gundadali skora tvær ferðir aftrat.

Tað er ógvuliga lívligt í Gundadali!

 

80 min.

3-2

HB hevur framt tríggjar útskiftingar: Kristin R. Mouritsen er komin inn í staðin fyri Christian R. Mouritsen, Høgni Midjord er komin inn fyri Andrew av Fløtum, og Jákup Slættalíð er komin á vøllin fyri Jógvan Skeel Nolsøe.

 

75 min.

3-2

EB/Streymur hevur orduliga tak á spælinum. HB sleppir alt meiri í verjupartinum, og tað ber boð um, at okkurt málið ivaleyst fer at koma aftrat.

Lagið í vestara skýlinum, har EB/Streyma fjeppararnir halda til, er sera gott.

 

70 min.

3-2

Nú hevur EB/Streymur svarað aftur. Støðan í Gundadali er 3-2 til HB, og harvið er tað EB/Streymur, sum í løtuni hevur atgongumerkini til steypafinaluna.

Fyrst var tað Sorin Anghel, sum skoraði, og síðani hevur Levi Hanssen skorað. Í báðum førum hevur verjuspælið hjá HB verið syndarliga vánaligt, samstundis sum EB/Streymur hevur verið væl hugflogsríkari og lættbeintari í álopspartinum, enn sundalagsmenn vóru fyrsta tíman.

Í løtuni er støðan tann, at HB síðstu 20 minuttirnar skal skora trý mál og samstundis halda tætt í verjuni, um HB skal røkka í finaluna.

Egil á Bø er farin skaddur av vøllinum eftir nærdyst við Fróða Benjaminsen. Árni G. Olsen er komin inn á vongverjan, og Gert Hansen er farin í miðverjuna.

 

60 min.

3-0

Eftir at hava tapt 4-1 í fyrru hálvfinaluni hevur HB í góðveðrinum í Gundadali í kvøld rættuliga tikið sær um reiggj.

Favorittarnir í EB/Streymi hava verið tungir og óupplagdir, meðan HB hevur verið flúgvandi.

Fyrsta bríkslt var klokkan 18, og í hálvleikinum var 2-0 til HB. Fyrra málið var sjálvmál, og Símun Samuelsen økti um leiðslna. Tíðliga í 2. hálvleiki hevur HB økt um leiðsluna til 3-0, og tað ber við sær, at HB samanlagt er omaná.

Pauli G. Hansen er settur inn á sentrala miðvøllin hjá EB/Streymi í staðin fyri Niels Paula Danielsen.

 

HB-EB/Streymur klokkan 18.00

Dómari:

HB: Teitur Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum, Jógvan Skeel Nolsøe

EB/Streymur: René Tórgarð - Jónhard Frederiksberg, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Gert Hansen - Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen, Pætur Dam Jacobsen - Leif Niclasen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen

EB/Streymur vann fyrru hálvfinaluna 4-1