Tað gamla er farið

Einstakir veggir standa eftir av gomlu gróthúsunum á Gróthústanga. Onkur hús eru tó, sum laðað er uppaftur og tak lagt á. Standa sum snøggir varðar yvir tíð, sum farin er.
Longri brutur er nýggja tíðin meira sjónlig. Flogvøllurin og hangarurin, sum fylla væl út í landslagnum. Bæði so og so.
Og bátarnir, sum flóta á Vatninum, eru heldur ikki teir, sum brúktir vóru til at føra torv við í gomlum døgum.
Í dag eru tað skjóttgangandi plastbátar við leysamotori í reyvini, sum strúka skjótt út í Oyrar ella bara fara damlandi fram við landinum við einum tveimum oddum dyrgjandi hvør í sínum borðinum.
Gaman í er onkur av gomlu tristunum famvegis at síggja á vatninum. Eisini teir við leysamotori. Verða eisini brúktir til at dyrgja eftir sílum fram við landi.
Og úti á flúgvarabedingini koma teir við stóru »speedbátum« á vogni, sum drigin verður aftur úr stórum bilum. Bátarnir verða flotaðir, og so verður strokið við fullari ferð eftir vatninum.
Serliga seinast í august eru hesir stóru »luksuslinararnir« við øgiligari ferð at síggja. Havhestaungarnir síggja tit. Og teir neyðars ungar, sum her eru vilstir í vón um at sleppa út av Bøsdalafossi og til havs, fáa ikki nógvar møguleikar.
Í gomlum døgum komu embætismenn av Skansanum í Havn vestur at taka gásarungar á Vatninum. Nú eru tað aðrir menn við aðrari ferð, sum taka havhestaungar.
Alt er vorðið nýtt.