Tað góða samfelagið og fíggjarlógin – 5. partur

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður

Í hesum síðsta parti í greinarøðini um vælferðarpolitisku raðfestingarnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007 skal eg fyrst vísa á nøkur serstøk bústaðarátøk og síðani stutt lýsa íløguætlanina á almanna- og heilsuøkinum.

Sosialpsykiatriskir bústaðir
Hesi seinastu árini er stór orka løgd í arbeiðið fyri at fáa sinnisveikum sømilig bústaðar- og virknistilboð. Hetta sæðst aftur í játtanini til Deildini fyri Sinnisveik, sum er hækkað úr 7,8 mió. kr. í 2003 til 18,4 mió. kr. í uppskotinum fyri 2007. Ítøkiliga eru 2,2 mió. kr. av hækkingini í 2007 settar av til at reka eitt nýtt sambýlið til sinnisveik í Havn. Haraftrat eru 2 byggiverkætlanir, sum greitt verður frá um íløgurnar niðanfyri.

Býli til heimleys
Í næstum verður lagt eitt lógaruppskot fyri tingið um almenn bútilboð til heimleys. Uppskotið fylgir álitinum frá arbeiðsbólki, har bæði sjálvbodnu felagsskapirnir Frelsunarherurin og Blái Krossur eins og báðir kommunufelagsskapirnir vóru umboðaðir. Kommunali myndugleikin skal hava ábyrgdina av økinum og loysa uppgávuna í samstarvi við sjálvbodnu felagsskapirnar. Landið skal veita stuðul til hesi bútilboð og tí verður játtanin til endamálið hækka úr 1,1 mió. kr. upp í 2,4 mió. kr.

Íløgur á almanna- og heilsuøkinum
Í yvirlitinum niðanfyri er sett upp, hvussu ætlanin er at skipa íløgurnar á almanna- og heilsuøkinum í 2007:

Nútíðargerð av Landssjúkrahúsinum33 mió. kr.
Útbúnaður til sjúkrahúsverkið8 -
Nýggj framleiðsluhøli hjá apoteksverkinum5 -
Umvælingar Klaksvíkar Sjúkrahús1 -
Byggiverkætlanir til sinnisveik6 -
Verkætlanir til røktarheim og eldrasambýli18
?Tils. 71 mió. kr. ?


Nútíðargerð av Landssjúkrahúsinum:
Í vár samtykti løgtingið eina verklagslóg um nútíðargerð og høvuðsumvæling av Landssjúkrahúsinum uppá 105 mió. kr. fyri árini 2006 – 2008. Hetta er fyrsti partur í endurskoðaðu byggiætlanini uppá íalt 350 mió. kr. í 10 ár.

Útbúnaður til sjúkrahúsverkið:
Hetta verður vanliga kallað Medicoteknisk tól, og størsti parturin av játtanini í 2007 skal fara til at gera røntgenverkætlanina lidna, so tað eftir 3 árum er hend ein nútíðargerð og útskifting av røntgenútbúnaðinum á øllum trimum sjúkrahúsunum.

Framleiðsluhøli hjá apoteksverkinum:
Umstøðurnar fyri heilivágsframleiðsluni hjá apoteksverkinum skulu endurnýggjast. Í 2006 eru 15 mió. kr. til verkætlanina og í 2007 skulu brúkast 5 mió. kr. aftrat til at gera arbeiðið liðugt. Endamálið er skapa betri karmar fyri at menna og víðka heilivágsframleiðsluna í Føroyum, bæði sum betri veitingartrygd til borgararnar og heilsuverkið, og til vinnulig endamál í landbúnaði og alivinnu her í landinum og til útflutnings.

Byggiverkætlanir til sinnisveik:
Í næstum fer ein bygginevnd at leggja ætlanina fram um bygging av sosialpsykiatriskum bústøðum til sálarsjúk, ið hava serligan tørv á hjálp. Hetta sambýlið skal liggja stutt frá Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Eisini fer ein bygginevnd at leggja eina aðra ætlan fram um bygging av Økisdepli fyri sinnisveik í Suðuroy, har økis- og sosialpsykiatrisk tilboð skulu samskipast.

Klaksvíkar Sjúkrahús og sjúkrahúsverkið: Í fjør varð farið undir neyðugar umvælingar, sum hava hildið fram í ár og eisini vera í 2007. Annars hava tingmenn spurt nógv eftir hvørjar ætlanir eru við Klaksvíkar Sjúkrahúsið, og nær farið verður undir nútíðargerð og útbyggingar av Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Áðrenn farið verður undir at leggja ætlanir fyri hesum, skulu vit hava eitt aðalorðaskifti á løgtingi um okkara framtíðar heilsuverk. Álitið verður lagt fram seinni í ár, har m.a. skal vísast á, hvussu vit kunnu skipa og gagnnýta tey trý sjúkrahúsini, og eisini hvussu vit kunnu samskipa tað primera og sekundera heilsuverkið betri enn í dag.

Verkætlanir til røktarheim og eldrasambýli er umrøtt í 3. parti av hesi greinarøð, ið snúði seg um eldraøkið og viðurskifti hjá pensjonistum.

At enda skal eg takka bløðunum fyri at tey hava givið mær innivist fyri hesum 5 greinastubbunum. Lesarunum skal eg takka fyri tolið, og eg vóni ikki at eg havi troytta tykkum óneyðugt, men at nøkur tykkara hava fingið okkurt burturúr.