Robbie Williams fleiri tatoveringar
Robbie Williams hevur aldrin roynt at liva eftir krøvunum hjá øðrum. So tá hann fær hug at koyra ein túr inn í tey ljótu kvarterini í Los Angeles fyri at drekka og fáa tatoveringar ? líka sum í teimum góðu, gomlu døgunum, áðrenn hann bleiv multi millionerur ? ja, so ger hann tað bara.
Robbie fór eitt kvøldi saman við vinum til ein tatovør Shamrock Tattoo, sum liggur slongt millum vápnahandlar og stripklubbar á tí skitnu síðuni av Sunset Boulevard í filmbýnum.
Tað tók nakrar tímar, so kundi Robbie vælnøgdur hyggja at sínum hálsi, har hann tað varð tatoverað: Chacun à son gout við rúna skrift. Tað merkir nakað sum: Eg geri sum tað passar mær. Og tað má sigast at passa til tann freka sangarin, sum altíð gongur sínar egnu leiðir.
Claire Danes forelskað
Í filminum "It´s all about love" spælir Claire Danes ein ung skoytuprinsessa, sum livir í eini verð, sum frystir til ís.
Men í løtuni letur til, at kuldi og ísur eru nakað, sum liggja langt burtur frá í hugaheiminum hjá Claire Danes. Sjónleikarakvinnan og sjeikurin hjá henni, tann avstralski sangarin, Ben Lee, njóta nevniliga tað heita summarið.
Tað er onki at ivast í, at tey bæði eru forelskaði enn, hóast sambandið teirra millum nú hevur vart í meira enn fimm ár. Tað varð lagt upp til kærleika teirra millum, tá Ben sang ein kærleikssang fyri Claire, tá hon fylti 18 ár.
Aftur kaos í lívinum hjá Juliu Roberts
Julia Roberts, 35 ár, hevði kent tað á sær í eina tíð, men tá hon skrykti hurðina til ein av umklæðingartrailarunum upp og fann mannin hjá sær, Danny Moder, í ørmunum á tí 20 ára gomlu Kirsten Dunst gekk hon amok. Hon fleyg upp undir loftið yvir, at maðurin hjá sær lat seg forføra av eini aðrari kvinnu, enn henni, sum stendur á vígslubrævinum.
Tað er tó ironiskt, tí tað var á júst sama hátt, at Julia av fyrstan tíð fekk fatur á manni sínum, sum tá var giftur við Vera Moder.
Tilburðurin henda dagin í umklæðingartrailaranum endaði tó við, at Kirsten Dunst, sum arbeiðir saman við Juliu til upptøkurnar til filmin Mona Lisa Smile, vissaði Juliu um, at onki hendi millum tey bæði.
Men vinir hjá parinum siga, at tað skal ikki nógv til afturat, so flytir Julia Roberts frá manni sínum. Men tað vildi verið ein sera óheppin støða, tí parið hevur tosað nógv um at fáa børn, og søgur vilja vera við, at Julia Roberts longu er við barn.
Sostatt letur ikki til, at Julia Roberts er í ferð við at fáa stýr upp á sítt lív enn.
J-Lo nýggjan partnara
Jennifer Lopez hevur funnið sær ein nýggjan partnara, men hann er avmarkaður til venjingarhølini. Talan er um gamla musklakongin Sylvester Stallone, sum framyvir skal hjálpa Jennifer at venja.
Jennifer og Stallone lata til at koma væl útav tí, og tey trívast saman. Sly, sum hann ofta varð kallaður, fegnast eisini óivað um sín nýggja vin at venja saman við.
Jennifer Lopez hevur verið meira ella minni besett av at venja í longri tíð nú, og hon heldur ikki, at nakar kundi verið betur at vant saman við enn Sylvester Stallone.
Kylie tosar opið um gamlan sjeik
Kylie Minoque er rasandi ill, tí fyrrverandi sjeikur hennara, James Gooding, hevur selt sína síðu av søguni um sambandið teirra millum til eitt bretskt blað. So nú hevur hon tikið hevnd og er farin at tosa, hóast hon í fyrsta umfari hevði ætlanir um at tiga.
? í byrjanini var eg púra vekk í James. Eg var so forelskað, men so byrjaði tað at ganga galið. Hann klárar ikki at liva uttan at sniffa kokain ella drekka, sigur Kylie sambært Sunday People.










