Fíggjarlógin
- Hetta verður ongin dansur á rósum.
Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, staðfestir, at fíggjarliga fer tað at svíða nógva staðni næsta ár.
Í gjárkvøldið legði fíggjarnevndin sítt álit fyri Løgtingið um fíggjarlógina fyri næsta ár og gongst sum ætlað, verður tað endaliga samtykt í morgin.
Men samstundis staðfestir Anfinn Kallsberg eisini, at tað verður neyðugt hjá politiska myndugleikanum at standa sum kletturin fyri at fáa skútuna aftur á beint sum skjótast.
Tí staðfestir hann eisini, at nú tað sígur samanum fíggjarliga, má landskassin standa sum ein buffari, ið tekur tann ringasta stoytin.
Tað skal landið gera við at byggja út og seta arbeiði ígongd fyri at halda almennum virksemi á einum ávísum støði, nú privata vinnan er í trongstøðu og sigur fólkið upp.
- Og tað er akkurát hesin politikkurin, sum sermerkir álitið, sum fíggjarnevndin hevur lagt fyri Løgtingið, sigur Anfinn Kallsberg.
Fleiri skerjingar næstu ferð
Eftir álitinum verður hallið á fíggjarlógini næsta ár einar 500 milliónir krónur og tað eru einar 70 milliónir minni enn landsstýrið hevði lagt upp til.
Men Anfinn Kallsberg sigur, at í 2010 verður neyðugt við fleiri skerjingum, tí tá skal hallið helst ikki vera meiri enn 350 milliónir krónur og um eini trý ella fýra ár skal tað helst verða heilt burtur.
- Tað veður ikki lætt og tað fer at seta síni krøv til politiska myndugleikan, tí samstundis sum raksturin má skerjast, fara lønirnar upp.
- Tað er púra greitt, at raksturin kann ikki blíva við at hækka við somu ferð, sum hann er hækkaður hesi seinastu árini, har samfelagið er blivið einar 350 milliónir dýrari at reka fyri hvørt ár.
Ikki undir umsiting
Hann sigur, at tískil verður neyðugt at tálma vøkstrinum so tað munar fyri at fáa javnvág aftur í búskapin, tí raksturin kann hækka meiri enn búskaparvøksturin.
- Og sum útlitini eru nú, eru ongi útlit fyri búskaparligum vøkstri tey næstu árini.
Annfinn Kallsberg mælir tí staðiliga frá at pilka meiri við tey tølini, sum fíggjarnevndin hevur sett á fíggjarlógina fyri næsta ár.
Hann er fullgreiður yvir, at tað er eitt hav av góðum forkláringum upp á, hví nógvar játtanir eiga at verða hækkaðar næsta ár.
- Men yvirskipaða endamálið hjá okkum má vera at fáa javnvág á fíggjarlógina um eini trý, fýra ár. Tað endamálið mugu vit seta okkum longu nú og tískil verður neyðugt at tálma og skerja raksturin.
- Standa vit ikki fast, er tað skjótt, at hallið kann blíva enn størri næsta ár og so verður tað skjótt ein spurningur um, at tað verður onkur annar, sum setir treytirnar fyri okkum og tað mugu vit fyri alt í verðini fyribyrgja.
- Tað fer at gera tað nógv tórførari at fáa fíggjarligu viðurskiftini í rættlag og vit kunnu ikki í fleiri ár hava 500 milliónir enn hetta og slett ikki eitt størri hall enn hetta.
Men hinvegin vil hann als ikki siga, at tey næstu árini verður ein spurningur um yvirlivilsi hjá føroysku tjóðini.
- Tað verður tað ikki, tí tað hava vit politiskt støðufesti, fer tað at bera væl til at stýra ímillum skerini, uttan at gera ilt verri, sigur Anfinn Kallsberg.
- Tað verður ein spurningur um at taka tey røttu stigini ta røttu løtuna, leggur formaðurin í fíggjarnevndini afturat.