Bryggjaríini eiga ikki at sleppa at selja meiri rúsdrekka enn tey gera nú. Tað heldur Fólkaheilsuráðið, og sostatt mælir Ráðið Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið frá Magna Laksáfoss, tingmanni, um at broyta rúsdrekkalógina, soleiðis at bryggjaríunum skulu skulu sleppa at selja alt øl, og alt rúsdrekka, tey bryggja.
Sum lógin er nú, kunnu bryggjaríini selja pilsnarøl og gulløk í sínum egnu sølubúðum kring landið, men alt øl, sum er sterkari enn 5,8 prosent, og alt vín og rúsdrekka, skal seljast í Rúsuni.
Og Fólkaheilsuráðið mælir frá, at ryggjaríini sleppa at selja meir Ráðið vísir á, at tess betri atgongd er til rúsdrekka, tess meiri verður selt og sostatt verður eisini meiri drukkið.
– Fólkaheilsuráðið mælir tí til varnan politikk á hesum øki, Og í hesum sambandi er ein einkarsøla eitt avgerandi amboð. Fólkaheilsuráðið vil heldur styrkja einkarsøluna og framtíðartryggja hana enn at geva bryggjaríunum loyvi at selja meiri.
– Sum er, er tað nøktandi við teimum støðum, har Rúsdrekkasøla landsins longu er, tí eingin hevur meiri enn ein hálvan tíma at koyra í eina Rúsu.
Fólkaheilsuráðið sigur, at Nordisk Rusmiddel Seminar, NRS, sum Fólkaheilsuráðið er við í, er á einum máli um, at einkarsølur er frægasta loysnin at tálma rúsdrekkanýtsluna, umframt at tað er lættari at hava eftirlit við nýtsluni, tá ið øll sølan er úr eini einkarsølu.