Tað er púra vist, at tað fer at ganga nógv betur hjá at avgreiða siglingina ímillum Suðuroy og Havnina, tá ið Smyril fer í dokk í september næsta ár. Tað vissar Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, um.
Sum vit hava nevnt, hevur Strandferðslan gjørt sáttmála um at leiga griksku ferjuna, Galaxy, aftur, at loysa av fyri Smyril. Men sama reiðarí eisini eisini eitt størri skip og fáast øll loyvi frá Skipasýninum til tað skipið, kann Strandferðslan eisini taka tað til Føroyar.
Les eisini: Nú kemur Galaxy aftur at sigla fyri Smyril
Galaxy, sum er bygd í 1979, var eisini í Føroyum og sigldi fyri Smyril, tá ið hann var í dokk á vári í fjør. Tá gjørdust nógvir túrar um Suðuroyarfjør óneyðuga drúgvir, og tað var serliga tí, at tað tók so merkiliga langa tíð hjá Galaxy at leggja at í Havn. Av tí sama fór ferðaætlanin heilt av lagi og Galaxy varð mangan seinkað yvir ein tíma, ella tveir.
Men Hilmar Eliassen lovar, at hetta fer ikki at endurtaka seg, næstu ferð, Smyril fer í dokk. Og tað eru serliga trý viðurskifti sum gera, at hann kann siga við vissu, at tað fer at ganga munandi betri at manøvrera innanfyri Molan í Havn, næstu ferð.
Les eisini: Fáa kanska eitt størri skip enn Galaxt at sigla fyri Smyril
Hann sigur, at seinast, Galaxy var her, hevði felagið akkurat fingið skipið, og sostatt var tað eisini at kalla fyrstu ferð, manningin var umborð á skipinum. Yvirmenninir á brúnni vóru sostatt rættiliga ókunnug við skipið og tí vóru teir serliga varnir. Men verður tað Galaxy, sum kemur aftur at sigla næsta ár, hevur manningin sostatt hálvttriðja ára royndir við skipinum, og bara tað í sær sjálvum ger, at tað verður skjótari at manøvrera.
Í øðrum lagi ger Strandferðslan eina fasta avtalu við sleiparan hjá Skipasmiðjuni um altíð at vera til taks at hjálpa avloysaraskipnum at leggja at. Og í triðja lagi stendur tað í sáttmálanum, at yvirmenninir á brúnni skulu koma til Føroya eina viku áðrenn avloysaraskipið verður sett í sigling. Hesa vikuna skulu teir so brúka til at venja í simulatorinum á Vinnuháskúlanum, so at teir verða meri kunnugir við viðurskiftini á siglingarleiðini ímillum Suðuroynna og Havnina.
Alt hetta fer heilt vist at gera tað munandi lættari hjá teimum av manøvrera innan fyri Molan í Havn, sigur Hilmar Eliasen. Hann leggur afturat, at væntandi fer avloysaraskipið at sigla fyri Smyril í tríggjar vikur í september næsta ár.









