Tað eydnaðist at enda hjá 07 Vestur

B71 megnaði javnleik í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin tryggjaði 07 Vestur sær sigurin og harvið trygt uppflytingarpláss

Soleiðis sum tað hevur gingið seinastu vikurnar var tað einki forgjørt at rokna við, at 07 Vestur á heimavølli og í góðveðrinum fór at vinna trygt ímóti B71. At B71 fyrr í ár tapti tepurt 1-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur, kundi kanska boða frá, at tað ikki var víst, at sandoyingar fóru at leggja rygg til stórtap.

 

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti talvan 3-1. Eftir fyrra hálvleik var 1-1.

Miðvallarin Martin Tausen setti eftir lítlan hálvan tíma hol á fyri heimaliðið, tá ið hann eftir innlegg og við høvdinum setti bóltin í málið.

Seks minuttir undan steðginum javnaði Ihrahima Camara, tá ið hann eftir langt innkast og eitt sindur av aftur og fram var knappur og við fremra stólpa smekkaði bóltin í málið.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin var tað liðformaðurin Gunleif Magnusarson, sum legði 07 Vestur framum aftur. Torstein Mýlingstind legði innfyri, og Gunleif Magnusarson setti við høvdinum bóltin í málið og so var 2-1.

 

Heimaliðið hevði leikliga yvirvág og fleiri góðar málmøguleikar. Tað var tó leingi spennandi, tí gestirnir vóru onkra ferðina framvið í mótálopum. Tá ið tað restaðu fimm minuttir, var tað Holgar Durhuus, sum staðfesti 3-1 heimasigurin. Gunleif Magnusarson lyfti bóltin framum verjuna, og so rann Holgar frá mótstøðumonnunum, og tað eydnaðist honum at lyfta bóltin upp um Klæmint Olsen í B71 málinum og í málið.

 

07 Vestur er á øðrum plássi við 44 stigum og sekstan stig frammanfyri FC Suðuroy á triðja plássi og trý stig aftanfyri EB/Streym á fremsta plássi. Leygardagin fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti HB.

 

B71 rundar av undan summarsteðginum, tá ið NSÍ leygardagin fer at vitja á Sandi.