Mezzocorona, Italia: Lat tað bara verða sagt alt fyri eitt. Italia varð ein ov stórur gloypibiti hjá okkara hondbóltskvinnum, sum sunnudagin leiktu finaluna í Challenge-Trophy kappingini.
Ferðin á mun
Fyrstu lítlu løtuna sá annars út til, at tað enn einaferð skuldi gerast fantastiska stuttligt at vera føroyingur. Annika Ljósstein tóktist í øllum førum ætla at geva italska liðnum ein skelk, og tá seks minuttir vóru leikti, stóð 2-1 til okkara á máltalvuni.
Men so var sum so eisini liðugt. Italska liðið leyp upp á 7-2, áðrenn okkara fingu gjørt nakað, og eftir hetta gjørdist talan ongantíð um ein spennandi dyst. At føroyska liðið so mátti vera skaddu Joan M. Djordjevic fyri uttan, og at Katrin á Neystabø alla tíðina var sjónliga darvað av sínum skaða, merkti eisini, at álopsvápnini hjá okkara fækkaðust í tali.
Og so var munurin á liðnum nokk eisini ov stórur. Ikki minst í leikferðini, har italsku vertirnir megnaðu at halda eitt tempo, sum lág fleiri stig omanfyri tað, sum hini liðini hava víst, og eisini høvdu at kalla allar eitt framúr fótskifti, sum hevði við sær, at føroyska verjan ofta varð fangað upp á millumhond.
Tað skal tó liggja okkara til stórt rós, at tær ikki í somikið sum hálvt sekund góvu skarvin yvir. Tað mundu orsøkirnar annar vera góðar til, tá Italia fyrstu løtuna eftir steðgin øktu til 19-10, men heldur ikki hetta fekk tær at gevast. Tær hildu áhaldandi fram at stríðast, og tá seinasta bríksli hevði ljóðað, var hetta eisini nakað, sum tær fingu at merkja frá áskoðarunum.
Tí tað kundi væl vera, at Italia nú hevði vunnið kappingina framman fyri heimaáskoðarunum, men tað var føroyska liðið, sum fekk størstu klappini, tá tær alt fyri eitt komu út at takka fáu tandrunum av føroyingunum, sum vóru á skiftisbeinkinum.
Dramatikkur
Hóast spenningurin soleiðis ikki var tann heilt stóri í finaludystinum, so var talan um ein dyst við nøkrum sera dramatiskum innsløgum.
Annika Ljósstein mundi helst vera tann føroyski leikarin, sum hevði staðið seg best í dystinum, men fyri hennara viðkomandi fekk dysturin ein bráðan enda. Í eini gjøgnumbrotsroynd varð hon harðliga tikin, og úrslitið gjørdist ein brotin nøs. Tað sá ikki tespiligt út, soleiðis sum blóðið fossaði av henni, og helst gjørdist hetta ov nógv fyri ein av áskoðarunum í høllini.
Bussførarin hjá Luksemburg small brádliga í gólvið av áskoðaraplássunum, so hjálparfólk við børu máttu koma inn eftir honum, og eisini varð ein onnur kona styðja úr høllini.
Annika Ljósstein varð eftir dystin koyrd á sjúkrahús í Mezzocorona, men seinni um kvøldið var hon tó kortini komin somikið fyri seg, at hon kundi fáa sær ein bita saman við øllum hinum hondbóltshøllini á galladøgurðanum, sum fyriskipararnir høvdu lagt í eitt velduga stórt víntapparí. Og sum eina eyka troyst, so fekk hon tá eisini eina serstaku medalju, sum varð latin teirra, sum fullu í stríðnum.
Sigur hóast alt
Og fram um alt, so má sigast, at hóast finalutapið, so var talan um ein veldugan sigur fyri føroysku kvinnurnar.
Fyrst og fremst, so sýndu tær hinum tjóðunum, at vit so væl og virðiliga kunnu spæla hondbólt heima í Føroyum. Sæð burtur frá Italia, so mundi føroyska spælið vera tað vakrasta á at líta, og tó at teknisk mistøk eisini vórðu framd, so megnaðu okkara sera væl tekniska partin av spælinum.
At liðið so eisini hevur nakrar einstaklingar av teimum stóru, er einki at ivast í. Eitt nú kundi Katrin á Neystabø helst verið ovarligari enn sítt sætta pláss á máltindinum, um hon hevði tikið lut í øllum fimm dystunum, men hinvegin skal pausan, sum hon fekk fríggjadagin, vera henni væl unt.
Og hini londini máttu eisini yvirgeva seg til lítlu Føroyar. Fleiri høvdu á munni, hvussu fantastiskt tað var, at vit við 45.000 sálum í landinum kundu hava eitt somikið gott lið, og longu undan heimferðini fekk HSF í øllum førum tvær innbjóðingar um at koma at taka lut í kappingum av ymsum slag.
Enn er so ikki avgjørt, hvørt tikið verður av hesum, og fyrst og fremst er tað helst ein fíggjarligur spurningur. Men nú er møguleikin komin, og hann hevði ongantíð verið til staðar, var tað ikki fyri luttøkuna í Challenge-Trophy og tey framúr avrik, sum okkara hondbóltskvinnur framdu har.
Finalan í tølum
Italia-Føroyar 30-22 (16-10)
Føroyskir málskjúttar: Simona Hansen 5(1), Gunnleyg Berg 5(2), Annika Ljósstein 5, Katrin á Neystabø 3, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Gurið Mortensen 1, Una Olsen 1
Føroysk brotskøst: Gunnleyg Berg 3/2, Simona Hansen 1/1, Katrin á Neystabø 1/
Italiensk brotskøst: 9/5
Føroyskar útvísingar: Gunnleyg Berg 2, Anna Kristina Samson 1, Una Olsen 1, Annika Ljósstein 1, Katrin á Neystabø 1
Ísraelskar útvísingar: 4