Tað eru Vatnhamar og Víkingur

Heimaliðið í Sarpugerði er eftir fyrra hálvleik frammanfyri við trimum málum

Teir eru farnir at hvíla seg og leggja ætlanir fyri seinna hálvleik í Gøtu, har Víkingur hevur vitjan av AB. Vindurin var so mikið frískur, tá ið ætlanin var, at bólturin skuldi fara á rull, at tað varð ikki mett at vera ráðiligt at spæla.

Dysturin var útsettur eitt korter. Víkingur hevur í fyrra hálvleiki havt lotið undan, og Víkingur er frammanfyri 3-0. Víkingur er á veg ímóti sínum sjeynda sigri á rað, og AB hevur kós ímóti sætta tapinum á rað.

Hálvleikurin var gott og væl hálvrunnin, tá ið miðverjin Gunnar Vatnhamar við handara stólpa og eftir hornaspark úr vinstru setti hol á.

Sølvi Vatnhamar økti sjey minuttir undan steðginum um munin til 2-0. Eftir innlegg úr vinstru vann Sølvi brotsspark, sum hann sjálvur umsetti til mál, og tveir minuttir seinni var 3-0. AB málverjin var uttarlaga staddur, tá ið hann legði bóltin fyri føturnar á Olaf Bárðarson, sum takkaði fyri og lyfti bóltin upp um málverjan og í málið.

16 ára gamli Olaf Bárðarson er tvær ferðir fyrr í ár skiftur inn á besta liðið hjá Víkingi. Í næstbestu deildini hevur hann skorað sjey mál, og í kvøld, tá ið hann fyrstu ferð er millum teir fyrstu ellivu, hevur hann í fyrra hálvleiki fyri fyrstu ferð skorað á besta liðnum.

 

Víkingur – AB (3-0) kl. 18.15

1-0: Gunnar Vatnhamar

2-0: Sølvi Vatnhamar br

3-0: Olaf Bárðarson

Dómari: Alex Troleis

Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Arnbjørn Svensson, Bogi Reinert Petersen, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen  

Á beinkinum: Sonni Højgaard, Andreas Lava Olsen, Elias Lervig, Geza David Turi, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Noah Mneney

AB: Silas Eyðsteinsson – Dánjal Reginsson, Tróndur J. á Høvdanum, Bjarni Skála, Ásbjørn Heðinsson – Jasper Van Der Heyden, Jákup Pauli Breckmann – Gilli Róason, Rógvi N. Poulsen, Bjarki C. Nielsen – Adeshina Lawal

Á beinkinum: Bjarti V. Mørk, Ári Arge, Hans Jákup Annfinsson, Jónas Stenberg, Bartal S. Petersen, Sørin N. Samuelsen, Leivur F. Guttesen