Tað eru uppgerðir bæði í toppi og botni

Møguleiki er fyri, at feløgini í Gundadali seinnapartin av álvara kunnu leggja sjógv millum seg og tey næstu

Tólvta umfar í Betri Deildini verður seinnapartin. Fimti dysturin – grannauppgerðin á Argjum millum AB og HB – verður klokkan 17.15.  

 

B36, sum er á øðrum plássi, fær vitjan av NSÍ, sum er á fjórða plássi.

Víkingur, sum er á fimta plássi, fær vitjan av KÍ, sum er á triðja plássi.

07 Vestur, sum er aftast, fær vitjan av Skála, sum er á sætta plássi.

AB, sum er næstniðast, fær vitjan av HB, sum er ovast.

 

HB er topplið við 28 stigum, og B36 er næstfremst við 25 stigum.

Um úrslitini laga seg stóru feløgunum í Gundadali til fyrimunar, er tað møguleiki fyri, at tað verður uppaftur størri glopp frá HB og B36 og aftur til tey næstu.

 

Møguleiki er eisini fyri, at Skála skal taka seg uppaftur meiri burtur frá botninum, enn liðið longu er tað.

 

Tólvta umfar

Í dag

EB/Streymur – Suðringar: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

Víkingur – KÍ: Alex Troleis kl. 15.00

07 Vestur – Skála: Eiler Rasmussen kl. 15.00

B36 – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

AB – HB: Dagfinn Forná kl. 17.15

 

Støðan undan tólvta umfari

HB1191121728
B3611812241125
1172219923
NSÍ11623211020
Víkingur11524161317
Skála11425101314
EB/Streymur11245111410
Suðringar1131781610
AB112277198
07 Vestur1101107321