Tað eru útlendsk ferðafólk sum bera vøksturin

Men føroyingar gera góðan mun um veturin

Tað er einki at ivaast í, at tað eru tey útlendsku ferðafólkini um summarið, sum eru tey, sum bera vøksturin.

Tað sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, sum akkurát hevur havt aðalfund.

Gist & Vist hevur eitt met gott úrslit í fjør, har tey høvdu 8,2 milliónir í inntøku, eftir skatt. Í fjør rindaði Gist & Vist í alt 62 milliónir í lønum og tilsamans høvdu tey 898 fólk í starvi, men í miðal vóru 189 fulltíðarstørv Gist & Vist.

Johannes Jensen sigur, at tey, sum bera vøksturin á gistingarhúsunum, eru fyrst og fremst útlendsk ferðafólk, men á matstovunum eru tað í stóran mun føroyingar, sum stuðla upp undir virksemið, serliga um veturin, tí yngri føroyingar eru farnir at ganga nógv meiri á matstovu enn tey eldru gera. 

Men Johannes Jensen heldur kortini, at tað er mark fyri, hvussu nógv ferðafólk tað er pláss fyri í Føroyum og hann heldur eisini at tað er neyðugt, at vit skipa ferðavinnuna betri

Trýst á pílin undir myndina og hoyra hann greiða frá góða úrslitinum hjá Gist & Vist og annars, hvørjar tankar hann hevur um ferðavinnuna.