Tað eru nøkur fá sum hava smittað tey flestu í Føroyum

Í Føroyum er tað týðiligt, at superspjaðarar hava gjørt um seg, vísir gransking

Í Føroyum eru tað nøkur heilt fá fólk, sum hava smittað tey flestu við koronu. Tað vísir nýggj gransking hjá einum toymi av 11 granskarum í Føroyum, Og teir hava nú fingið eina nýggja grein um koronu í vísindaliga tíðarritið, Emerging Infectious Diseases.

Føroyar vóru eitt av fyrstu londunum í heiminum, har tað hepnaðist at basa fyrstu bylgjuni av koronusjúkuni, tá 187 tilburðir vórðu staðfestir millum 3. mars og 22. apríl í fjør

Í einum tíðindaskrivi staðfestir Fróðskaparsetrið, at í Føroyum varð beinanvegin nógv lagt fyri í arbeiðnum at kanna og smittuspora, og tá ið samfelagið so eisini partvís var afturlatið, eydnaðist tað at fáa bilbukt við smittuna.

Smittuslóðir vórðu neyvt skrásettar við at tosa við sjúklingar um teirra samband við onnur, og serliga varð dentur lagdur á at finna fram til, hvaðani tey kundu havt fingið smittuna.

Tey vanligastu sjúkuteknini vóru fepur, høvuðpína og hosti, men 11,2 prosent av teimum, sum fingu koronu, høvdu eingi sjúkutekn. Av teimum 187 tilburðunum av koronu, vórðu staðfest, vórðu átta innløgd á sjúkrahús, men eingin varð lagdur á intensivu deild, og eingin lat lív.

Fróðskaparsetrið sigur, at at tað er týðiligt, at superspjaðarar hava eisini verið í Føroyum, tí tey flestu í øðrum liði kundu sporast aftur til bara trý smittað fólk.

 

##med2##

Marnar Fríðheim Kristiansen, sum er ein av granskarunum í toyminum, skrivar á twitter, at hendan talvan er serliga áhugaverd.

Hann skrivar, at allar smittuketurnar frá fyrstu bylgju eru vístar. Hugtakandi at síggja, hvussu korona smittar. Teir flestu tilburðirnir elvdu til fáar, ella ongar, nýggjar tilburðir, men at tað vóru nøkur fá, sum smittaðu meginpartin av restini.

Í toyminum, sum hevur skrivað vísindaligu greinina, eru 11 granskarar. Marnar F. Kristiansen, sum er høvuðsrithøvundi, Bodil H. Heimustovu, Sanna á Borg, Tróndur Høgnason Mohr, Hannes Gislason, Lars Fodgaard Møller, Debes H. Christiansen, Bjarni á Steig, Maria Skaalum Petersen, Marin Strøm, and Shahin Gaini.