Jóannes Hansen
????????
Í dag er fólkatingsval. Hetta er 23. fólkatingsvalið, síðani Føroyar í 1948 fingu rætt til tveir fólkatingssessir. Føroyingar hava verið á vali hvørja ferð burtursæð frá seinna valinum í 1953 (grundlógarvalið). Ta ferðina vóru tað bara Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum bjóðaðu seg fram, og Johan Poulsen og Petur Mohr Dam vórðu tískil valdir uttan atkvøðugreiðslu.
Fólkaflokkurin tók ikki lut í fólkatingsvalunum í 1950 og teimum báðum í 1953. Síðani á valinum í 1957 hevur Fólkaflokkurin bjóðað seg fram hvørja ferð. Tjóðveldisflokkurin hevur bjóðað seg fram hvørja ferð síðani á valinum í 1973. Frammanundan høvdu tveir tjóðveldismenn roynt seg á uttanflokka listum. Teir vóru Karsten Hoydal í 1960 og Zakarias Wang í 1971.
Sjálvstýrisflokkurin bjóðaði seg ikki fram á teimum seks valunum, sum vóru frá seinna valinum í 1953 og til og við valinum í 1968, og hann stillaði heldur ikki upp í 1975. Annars hevur hann bjóðað seg fram hvørja ferð. Miðflokkurin luttók fyrstu ferð á fólkatingsvalinum í 2001.
Um mált verður í talinum á valevnum, so hevur broytingin verið stór seinnu árini. Í 1984 stillaðu fimm flokkar 48 valevni upp. Hesa ferð eru flokkarnir sjey, og samlaða talið á valevnum er 107: Fólka-flokkurin 22, Sambandsflokkurin 23, Javnaðarflokkurin 22, Sjálvstýrisflokkurin 7, Tjóðveldisflokkurin 21, Miðflokkurin 10 og Uttanflokkalistin bjóðar 2 valevni fram.
Býtið millum kvinnur og menn er ikki so lítið broytt seinastu 21 árini. Á valinum 10. januar í 1984 vóru seks kvinnur ella 12,5 prosent av valevnunum kvinnur. Hesa ferð eru 33 av 107 valevnum ella 29,9 prosent av valevnunum kvinnur.
Valluttøkan hevur ongantíð verið hægri, enn hon var í 2001, tá ið 80,0 prosent ella 28.498 av teimum 33.106, sum høvdu valrætt, vóru á vali. Lægsta valluttøkan á fólkatingsvalunum síðani 1948 var 14. oktober í 1950, tá ið bara 22,0 pro-sent vóru á vali. Ta ferðina vóru tað bara heimastýrisflokkarnir - Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin - sum bjóðaðu seg fram. Lægsta valluttøkan, síðani allir teir stóru flokkarnir fóru at bjóða seg fram hvørja ferð, var 12. desember í 1990, tá ið ikki fleiri enn 54,4 prosent vóru á vali.
Stórur spenningur
Sambært veljarakanningini, sum sunnudagin varð kunngjørd í útvarpinum, rógva teir stóru flokkarnar mest sum borð um borð í kappingini um teir báðar sessir-nar, sum Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava átt síðani á valinum 20. november í 2001. Tá vunnu hesir báðir flokkarnir sessirnar frá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum, sum høvdu verið á Christiansborg síðani í 1998. Valið fyri trimum árum síðani var serstakt á tann hátt, at tað var fyrsta ferðin síðani 1948, at báðir flokkarnir, sum høvdu havt umboð á Fólkatingi, mistu sessirnar.
Í Gallup kanningini hjá Útvarpinum, sum varð kunngjørd sunnudagin, varð eisini nevnt, hvørji valevni lógu best fyri at vinna sessirnar. Kanningin segðist vera grundað á 663 svar. Útvarpið nevndi einki um, hvussu stóra undirtøku høvuðsvalevnini høvdu fingið, og tað er væl skiljandi. Tá ið 107 valevni eru at velja ímillum, eigur grundarlagið fyri at bólka í meiri enn bara flokkarnar at vera rættuliga ivasamt.
Men tað einki at ivast í, at boðskapurin sunnudagin um, hvussu støðan segðist at vera á ymsu listunum, hevur havt stórt árin á, hvussu endaliga støðutakanin hjá nógvum veljarum hevur verið. Tað er upplagt, at fokus nú er sett á tey valevnini, sum vórðu nevnd sunnudagin. Fyritreytirnar hjá teimum, sum ikki vórðu nevnd, og sum harvið signal vóru givin um ikki fóru at hava nakran serligan møguleika, eru verri nú, enn tær vóru undan sunnudegnum. Og møguleikarnir hjá teimum, sum vórðu nevnd, eru betri at røkka góðum persónligum vali, enn tær vóru undan sunnudegnum.
Fólkatingsvalið er spennandi, og serliga millum politikararnar verður tað nærlisið og greinað nógv meiri enn fyri bara at fáa svar uppá, hvørjir flokkar og persónar skulu niður á danating. Í sær sjálvum er spenningurin um sjálvt valið so stórur, sum hann sjáldan hevur verið áður.
Høgni og Tórbjørn
Í Tjóðveldisflokkinum er neyvan nakar ivi, at Høgni Hoydal fer at fáa flestar persónligar atkvøður. Á valinum 20. november í 2001 fekk hann 2.641 atkvøður. Høgni var landsstýrismaður, og eykamaðurin, Tórbjørn Jacobsen, var í Fólkatinginum fyri Høgna, inntil fullveldissamgongan var skrædnað. Tórbjørn fekk 870 at-kvøður í 2001. Munurin var so mikið stórur millum teir báðar fremstu, at tað er illa hugsandi, at Tórbjørn fer at hava nakran møguleika at gera nakað við Høgna.
Men turbolensurin í Tjóðveldisflokkinum síðani í oktober og fram til uppstillingina til fólkatingsvalið fer sjálvandi at hava við sær, at tað fer at verða hildið serliga vakið eygað við, hvussu tað fer at hilnast í Tjóðveldisflokkinum. Serliga hjá Tórbirni og Høgna. Tað verður skjótt til, at tað fer at verða roknað sum álitisváttan ella misálitisváttan, um tað fer at hilnast betri ella verri hjá teimum báðum, enn tað gjørdi fyri góðum trimum árum síðani.
Sambært Útvarpinum er Sjúrður Skaale við í kappingini um plássið undir formanninum. Tað er áhugavert, tí talan er um skrivaran hjá fyrst Tórbirni Jacobsen og síðani Høgna Hoydal. Sjúrður hevur verið í persónligum og ágangandi valstríði, har hann hevur latið tað skyggja ígjøgnum, at tað er best, um umboð verður valt á danating, sum hevur fólkatingsstarvið sum fulltíðar starv. Tað kann ikki takast sum annað enn áheitan á veljararnar um heldur at velja Sjúrð enn teir báðar, sum hann hevur arbeitt fyri. Teir hava báðir løgtingssess at røkja.
Sjúrður var á tjóðveldislistanum fyri stívliga trimum árum síðani. Tá var persónliga atkvøðutalið hjá honum 272.
Jóannes og hini
Á javnaðarlistanum tykist eingin ivi at vera um,at Jóannes Eidesgaard fer at fáa flestar atkvøður. Á valinum 20. november í 2001 valdu 3.689 Jóannes, sum harvið fekk fleiri atkvøður enn nakar annar. Hóast hann fekk fleiri atkvøður í 2001, enn hann fekk, tá ið hann varð valdur í 1998, og hóast Javnaðarflokkurin fór frá 22,7 í 1998 og til 23,4 prosent av atkvøðunum í 2001, so varð Jóannes ikki afturvaldur, tí flokkurin misti mannin.
Hóast Jóannes uttan iva eisini hesa ferð verður ovastur hjá Javnaðarflokk-inum, so er persónliga atkvøðutalið hjá honum ikki lítið áhugavert. Nú hevur hann verið løgmaður í eitt ár, og valið í morgin er fyrsta og ivaleyst einasta høvið hjá veljarunum kring alt landið í hesum valskeiðnum at geva løgmanni skoðsmál.
Útvarpið segði sunnudagin, at John Johannesen og Helena Dam á Neystabø kappast um annað plássið, sum ber fólkatingsumboðan við sær, um tað í dag gongst Javnaðarflokkinum, sum Gallup kanningin vísti. Í 2001 fekk núverandi løgmaður og táverandi fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum 60 prosent av samlaða atkvøðutalinum hjá flokkinum. Um løgmaður fer at fáa sama partin hesa ferð, so er grundarlagið undir rokningini, sum gevur øllum hinum 25 valevnunum og listanum 40 prosent av atkvøðunum 65-70 svar í kanningini. Tað er rættuliga lítið grundarlag, men útmeldingin kann ivaleyst bera við sær, at síðani sunnudagin eru javnaðaratkvøður fluttar frá øðrum og til Helenu Dam á Neystabø og John Johannesen.
Anfinn bjóðar Óla av
Sambært kanningini hjá Gallup bendir alt á, at talan verður um tætt stríð um fremsta plássið hjá Fólkaflokkinum. Fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, er á odda, men Gallup sigur, at munurin er rættuliga lítil aftur til Óla Breckmann, sum var fólkatingsmaður frá 10. januar í 1984 og fram til 20. november í 2001.
Á fólkaflokslistanum eru 22 valevni, men tað kemur ikki óvart á, at tað bara snýr seg um Anfinn og Óla. Á valinum í 2001 fekk Óli Breckmann 2.329 persónligar atkvøður, og 1.537 atkvøddu fyri Anfinni Kallsberg.
Hesir báðir, Anfinn Kallsberg og Óli Breckmann, hava seinastu mongu árini verið fólkafloksprofilarnir, og á fólkatingsvalinum í 2001 fingu teir tilsaman 71 prosent av samlaða atkvøðutalinum hjá flokkinum.
Spurningurin hevur fleiri ferðir verið umrøddur, hvørjir verða teir næstu, sum fara at mynda Fólkaflokkin. Fólkatingsvalið hevur einki við tann spurningin at gera, men sjálvandi fer tað at verða fylgt væl við, hvussu formaðurin í tingbólkinum seinasta árið, Jørgen Niclasen, og landsstýrismenninir í yngra ættarliðnum, Bjarni Djurholm og Jógvan á Lakjuni, fara at standa seg í innanhýsis kapping. Teir vóru allir á listanum í 2001. Bjarni Djurholm fekk 188, Jógvan á Lakjuni 199 og Jørgen Niclasen 92 persónligar atkvøður.
Elddópurin hjá Kaj Leo
Á løgtingsvalinum 20. januar í 2004 tapti Sambandsflokkurin. Lisbeth L. Petersen, sum er einasta føroyska kvinna, ið er vald á fólkating, tók seg aftur sum formann, og hon er ikki á listanum í dag. Harvið ganga, sum tað plagar at verða tikið til, 2.288 persónligar atkvøður hjá fyrrverandi formanninum og fólkatingsmanninum hjá Sambandsflokkinum leysar.
Fólkatingsvalið er tað fyrsta, síðani Kaj Leo Johannesen gjørdist floksformaður. Formanssessurin hevur borið við sær, at Kaj Leo hevur verið fremsti sambandsmaðurin í valstríðnum. Hann hevur verið tann, sum hevur fingið mest tíð í útvarpinum og sjónvarpinum, og hann hevur átt myndina á nógvum av lýsingunum, sum flokkurin hevur havt undan valinum.
Í dag verður nýggi sambandsformaðurin lagdur á vektina hjá veljarunum. Sambært Gallup so stendur kappingin í Sambandsflokkinum um fremsta plássið og harvið møguligan fólkatingssess millum Kaj Leo Johannesen og Edmund Joensen. Fyrrverandi løgmaðurin og fyrrverandi fólkatingsmaðurin og núverandi løgtingsformaðurin fekk í 2001 955 persónligar atkvøður og varð harvið eykamaður hjá Lisbeth L. Petersen. Kaj Leo Johannesen bjóðaði seg fram í 2001, og tá stuðlaðu 316 honum. Umframt Lisbeth og Edmund fekk eisini Alfred Olsen (486) fleiri persónligar atkvøður enn nýggi sambandsformaðurin.
Tað er neyvan ivi um, at persónliga atkvøðutalið hjá Kaj Leo Johannesen fer at fjølgast og kanska fleirfaldast. Men um tað ikki fer at røkka til trygt fyrsta pláss á listanum, so fer formaðurin ikki at verða mettur at vera serliga tungur í sessinum.
Veljarakanning
Í síðstu viku hevði ABC samgongan eitt ára føðingardag. Serliga smáu flokkarnir plaga í sambandi við fólkatingsval at minna á, at tað er ikki rætt at sammeta fólkatingval við, hvussu úrslitið og harvið tingmannabýtið hevði havt verið, um talan hevði verið um løgtingsval. Kortini er tað ein veruleiki, at burtursæð frá sjálvum løgtingsvalinum, so finst tað eingin betri veljarakanning og vekt at viga samgonguna og allar flokkarnar á, enn fólkatingsvalið er tað.
Eina ferð áður er tað komið fyri, at tríggir stórir flokkar hava verið saman í samgongu. ACE skipaðu samgongu eftir valið í 1974, og teir skipaðu aftur samgongu eftir valið í 1978. Tann samgongan skrædnaði í 1980.
Sjeyti árini vóru eitt nú eyðkend av, at tað vóru fólkatingsval annað hvørt ár. Fólkatingsval var 9. januar í 1975 ella tveir dagar frammanundan, at fyrra ACE landsstýrið varð skipað. Á tí valinum vunnu Javnðarflokkurin (Johan Nielsen) og Tjóðveldis-flokkurin (Erlendur Patursson) fólkatingssessirnar.
Næsta valið var 1. mars í 1977. Tá hevði Sambandsflokkurin verið einasti stóri andstøðuflokkurin í góð tvey ár. Pauli Ellefsen var ágangandi andstøðuleiðari, og tað sást eitt nú aftur í úrslitunum á fólkatingsvalunum í 1977 og aftur 23. oktober í 1979. Á báðum valunum vunnu Sambandsflokkurin og Pauli Ellefsen fyrra føroyska umboðið á Christiansborg, meðan flokkurin hjá løgmanni vann hitt umboðið. Fyrru ferðina var tað Johan Nielsen, og seinnu ferðina var tað Jacob Lindenskov.
Um úrslitið í dag verður, sum Gallup kanningin vísti, so fara flokkurin hjá løgmanni og stóri andstøðuflokkurin at vinna fólkatingssessirnar. Men nú fæst at síggja. Kanningin varð gjørd í síðstu viku - frá týskvøldinum og til leygarkvøldið. Tað var ikki fyrr-enn í síðstu viku, at eitt sindur av ferð kom á valstríðið, og tað hevði verið heilt at undirmett alt tosið og alla skrivingina og ringingina og smsingina hjá flokkunum og serliga einstøku valevnunum, um royndirnar at ávirka ikki høvdu borið onkrar flytingar við sær. Sambært Gallup kanningini nýtast flytingarnar ikki at verða so stórar, áðrenn tað fer at síggjast aftur í úrslitinum.
Men uttan mun til hvussu úrslitið fer at laga seg, so fer tað at verða vigað og kannað innanhýsis í flokkunum og millum politikararnar, og nógvir sigrar og nógv tap, sum tað ikki fer at verða fokuserað upp á í kvøld, fara næstu dagarnar at daga fram í politiska umhvørvinum.