KÍ hevur tey seinnu árini verið millum tey fremstu í næstbestu deildini, og í fjør vunnu klaksvíkingar næstbestu deildina.
B36 hevur ferðast millum næstbestu deildina og triðibestu deildina.
Nú trý umfør eru farin, er B36 á triðja plássi. Tað kundi bent á, at teir taka liðið í næstbestu deildini í størri álvara, enn teir plaga at gera. Eingin ivi er um, at tað eru nógvir fínir spælarar í árstalsfelagnum.
Í dag vann B36 2-1 á heimavølli ímóti KÍ. Øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki.
Tríggjar minuttir eftir steðgin setti Rasmus Dan Sørensen hol á, og tjúgu minuttir undan leikloki økti Mattias Weihe Joensesn til 2-0.
Tað varð ongantíð av álvara spenningur í, tí klaksvíkingar minkaðu ikki um munin fyrr enn í síðstu løtu. Jonn Johannesen skoraði KÍ málið.
Í fjórða umfari skal B36 spæla á heimavølli ímóti B71, meðan KÍ skal spæla á útivølli ímóti NSÍ.