Fótbóltur
Tað eru nýggjar tíðir í føroyskum fótbólti. Feløgini, sum eiga flest FM sigrar, eru HB og KÍ, og B36 telist millum feløgini, sum seinastu árini hava vunnið nógv – bæði í landskappingini og í steypakappingini.
KÍ eigur ikki so nógvar landsliðsspælarar, men tað gera B36 og HB. Millum teir 21, sum fingu landsliðsboð, tá ið Italia og Skotland fyri stuttum vitjaðu, átti B36 fýra spælarar, og HB átti seks spælarar.
Eftir trettan umfør í ársins Formula kapping eru tað NSÍ og EB/Streymur, sum eru oddalið. Tey hava bæði 28 stig.
Felags fyri hesi bæði feløgini er, at tey hava ongantíð vunnið FM. Tað er eisini felags fyri hesi bæði feløgini, at tey sjáldan eiga umboð á landsliðnum. Tá ið landsliðið var savnað í sambandi við heimadystirnar ímóti Italia og Skotlandi var ein spælari úr EB/Streymi millum teir 21, og ein spælari úr NSÍ var millum teir somu 21.
Men tað eru altso hesi bæði feløgini, sum nú seta dagsskránna í toppinum av landskappingini.
Enn er tað langt til 27. oktober og 27. og síðsta umfarið í Formula deildini. Tað nýtist ikki at verða leitað longri aftur enn til í fjør fyri at finna dømi um, at tað kann nógv vendast á høvdið í síðstu umførunum.
B36 snávaði á Argjum, men B36 verður sjálvandi roknað millum uppløgdu FM kandidatarnar. Tað kemur so at siga ikki fyri, at samlaða úrtøkan hjá stóru feløgunum í Gundadali burturúr einum umfari er null stig. Tað var hon burturúr 13. umfari.
Tað kann ikki sigast annað, enn at talan er um nýggjar tíðir í føroyskum fótbólti.
HB og KÍ søgan
Stóru spurnartekinið eru HB og KÍ.
Tað kemur so at siga ikki fyri, at HB fleiri ferðir á rað fer av vøllinum uttan at hava fingið stig. Fyri einari viku síðani fór HB av Sandi við ongum stigi. Leygarkvøldið fór HB úr Runavík við ongum stigi.
Tað er so mangan komið fyri, at tá ið tað hevur verið tætt, og tá ið tað hevur riðið um snarið, so hevur tað koppað HB til fyrimunar, tí HB hevur havt tyngdina og broddin, sum hevur verið neyðugur fyri at vinna.
Í Runavík var talan um tætta uppgerð, og HB var ofta omaná. Men tað eydnaðist ikki hjá meistarunum at fáa úrtøku. Tað plagdi ikki at vera gamalt.
Eisini í hesum tykist talan at vera um nýggjar tíðir í føroyskum fótbólti.
KÍ telist millum sigursvandu feløgini. Nú er KÍ botnlið. Støðan hjá klaksvíkingum er uppaftur verri nú, enn hon var undan vikuskiftinum. KÍ hevur áður verið í so tungum sjógvi í botninum, sum tað ber til at vera uttan at flyta niður. Higartil hevur KÍ hvørja ferð megnað at bjarga sær undan niðurflytingini.
Í løtuni tykjast tey bæði niðastu at vera før fyri at skava fleiri stig saman, enn KÍ tykist at vera. Klaksvíkingar hava burturúr seks teimum seinastu umførunum fingið tvey stig. Um úrtøkan ikki skjótt fer at venda, so er góður møguleiki fyri, at klaksvíkingar fyri fyrstu ferð ikki fara til fótbólt seinnapart sunnudag.
Tað kann ikki sigast annað, enn at talan er um nýggjar tíðir í føroyskum fótbólti.
Ilt at spáa
AB er uppflytari, og mong hava roknað við, at argjamenn fóru at verða kanónføði. Tað hevur eisini verið roknað við, at VB/Sumba fór at verða kanónføði. Spurningurin hevur ikki verið, um VB/Sumba fór at flyta niður, men heldur hvør fór at flyta niður saman við VB/Sumba.
Nú er støðan soleiðis, at tey, sum hava verið roknað sum uppløgd evni at flyta niður, fáa stig og vinna ímóti teimum stóru.
AB hevur vunnið á B36, og AB hevur spælt javnt ímóti HB og tvær ferðir ímóti GÍ. VB/Sumba hevur vunnið á KÍ, og mikukvøldið sóu fáu áskoðararnir í Gundadali, at VB/Sumba í fyrru hálvfinaluni hevði HB á krókinum í eina góða løtu. Hóast 3-1 tap á útivølli, so er tað ikki givið, at VB/Sumba ikki hevur møguleika at spæla seg í steypafinaluna við samanløgdum sigri á HB.
Gongdin higartil hevur verið meiri enn brúkilig hjá GÍ, Skála og B71. Øll fingu tey hesa ferð eitt stig burturúr, og tað er í løtuni einki, sum bendir á, at hesi feløgini ikki eisini næsta ár fara at spæla Formula fótbólt.
Tað var ikki gamalt, at undirtippaðu feløgini stóðu seg so væl, sum VB/Sumba og AB júst nú gera. Harvið er tað møguleiki fyri, at tað eisini í hesum fer at verða staðfest, at tað eru nýggjar tíðir í føroyksum fótbólti.
Sama søgan
Í einum tykist føroyskur fótbóltur at líkjast sær sjálvum soleiðis, sum hann hevur myndað seg seinastu árini. Tað er í sambandi við venjararnar og venjarauppsøgnir.
Higartil í ár hava fýra feløg skift venjara – KÍ, B71, Skála og AB. Í løtuni er ikki torført at ímynda sær, hvat felag er favorittur at verða tað fimta, ið sum avleiðing av vánaligari gongd fer at skifta venjara.
Møguliga verður tann avgerðin tikin, áðrenn hesar reglurnar røkka út til lesararnar.
Verður tað soleiðis, so verður talan ikki um nýggja søgu, men um gamla lagið!