Tað var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum setti Føroya Sjómannadag í Klaksvík leygarmorgunin.
- Tiltøkini av ymisku slagi í okkara landi eru mong og margfeldið er vítt. Tó vil eg ásanna, at sjómannadagurin í størri mun enn onnur tiltøk er egin og fevnir um eitt øki, ið onnur tiltøk ikki fevna um. Hesin dagur umboðar ein yrkisbólk, men bindur tó øll okkum saman um yrki hjá hesum bólki. Á sjómannadegnum fáa fleiri okkara innlit í yrki ”fiskivinna og sjómansskapur” á annan hátt enn í tí dagliga.
Landsstýrismaðurin vísti á, at dagurin bindur farna tíð at nútíðini og er ein samanrenning millum vinnu, siðsøgu og mentan, eins og hann knýtir komandi ættarlið at yrkinum.
- Føroya Sjómannadagur er eitt samfingið tiltak, ið byggir á álvara, kæti og gleim - eitt tiltak, har kappingarelementið eisini er við.
Jacob Vestergaard segði, at dagurin umboðar eina vinnu, ið hevur havt sín serstaka lut í okkara samfelag seinastu stívliga 100 árini.
- Søguliga er fiskivinnan vaksin støðugt, og á tann hátt hevur hon havt ein týðandi leiklut í tí vøkstri, sum samfelagið annars hevur havt. Í fimmti-, seksti-og sjeytiárunum varð fiskivinnan vinnugreinin, ið átti tað størsta plássið á okkara arbeiðsmarknaði – og innan hendan geiran vóru eisini tey flestu nýggju arbeiðsplássini sprottin.
Hann legði aftrat, at í nútíð og framtíð verða vónandi nýggir vinnugeirar mentir, soleiðis at plássið hjá fiskivinnuni á arbeiðsmarknaðinum minkar.
- Tó broytir hetta ikki ta sannroynd, at fiskivinnan verður bulurin í føroyska búskapinum í mong, mong ár í tíðum sum koma. Í so máta eru seinastu hagtølini um vøkstur innan búskap og arbeiðsmarknað okkara besta dømi, tí beinleiðis samband er millum menning innan fiskivinnuna og nevnda vøkstur.
Jacob Vestergaard vísti á, at mangur hevur havt á orði, at fiskivinnan er ein váðakend vinna, tí náttúrugrundarlagið er einstáttað og broytingarnar stórar.
- Men júst á hesum øki hava tit, sum umboða okkara vinnu, víst sera góð evni at tillaga seg hesi viðurskifti. Tað finnast neyvan nøkur vinnuumboð í øllum heiminum, sum eins og tey føroysku hava evnini at tillaga seg broytt viðurskifti, eins og at gagnnýta tilfeingið á ymiskan hátt.
Váðafýsnar avbjóðingar
Landsstýrismaðurin segði, at dømini um tillaging í fiskiflotanum eru mong, men júst evnini hjá vinnulívsfólki okkara at gagnnýta nýggjar møguleikar og við váðafýsni at taka ímóti nýggjum avbjóðingum hava givið tað úrslit, at vit á øðrum økjum kunnu vísa menning og framburð, tá tað sansaði at í ávísum vinnum.
Hann vísti á, hvar tað hevur sansað at, samstundis sum hann vísti á, at alivinnan í løtuni tryggjar okkum so stóra úrtøku sum ongantíð áður, at gulllaksavinnan heldur tørn, at upsavinnan gevur størri úrtøku – og at uppsjóvarvinnan áhaldandi mennist.
- Hóast úrtøkan soleiðis hevur verið svikalig á summum økjum, hevur hon verið blómandi á øðrum økjum. Hetta vísir, at gerast trongar á ávísum økjum, finnast møguleikar aðrastaðni.
Landsstýrismaðurin helt fyri, at ein avgerandi treyt fyri gagnnýtslu av nýggjum møguleikum er, at Føroyar verða skipaðar soleiðis, at vítt rásarúm og virðing verður fyri vinnulívsfólki við trúgv og áræði – og ein týðandi táttur hjá politiska myndugleikanum er júst at tryggja nevnda rásarúm.
- Tit, sum kenna tykkum at vera í einum aldudali í dag, skulu vita, at tíðirnar broytast sera skjótt – og er ein treiskur og knáur, kann leikluturin ovast á aldukambinum aftur gerast veruleiki. Tey, sum hinvegin ríða á framburðinum, eiga eisini at vita, at svikalig úrtøka aftur kann gerast veruleiki. Tí er læran um ”tær breiðu herðarnar, ið skulu bera tær góðu tíðirnar”, sanniliga eisini galdandi fyri okkara vinnu, soleiðis at vit hava nakað at standa ímóti við,tá trongar tíðir aftur krevja tað.
Fyriskipandi eldsálir
Landsstýrismaðurin segði, at Føroya Sjómannadagur 2012 gjørdist veruleiki, tí norðoyingar hava eldsálir og fyriskiparar, ið aftur hava boðið seg fram at taka takið.
- Tað eiga tit fyriskiparar stóra tøkk fyri. Eg ynski øllum ein góðan sjómannadag. Ynski øllum góðan byrð – og lat Guðs hond vera yvir yrki tykkara í tíðum sum koma, segði Jacob Vestergaard, tá hann setti Føroya Sjómannadag í Klaksvík leygarmorgunin.