Støðan har norðuri í Uganda er ein av teimum ringastu vanlukkunum í heiminum. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing, sum 50 felagsskapir almannakunngjørdu í gjár.
Tá Yuweri Musuveni, forseti, kom til valdið fyri júst tjúgu árum síðani eftir eitt kvett, brast kríggj á har norðuri í landinum, og bardagarnir ímillum stjórnarherin og uppreistrarmenninar í Harrans Mótstøðuheri halda fram. ST metir, at umleið tvær milliónir fólk eru rikin frá húsi og heimi, og umleið 25.000 børn eru burturflutt, so tey kunnu virka sum hermenn ella hjálparfólk hjká Guðs Mótstøðuheri.
Harafturat hava ein fjórðingur av øllum børnunum í Norðuruganda mist annað ella bæði foreldrini í krígnum. Teir 50 felagsskapirnir siga, at Harrans Mótstøðuherur útvegar sær hermenn við at burturflyta kvinnur og børn, men stjórnarhermenninir eru heldur ikki Guðs bestu børn.
Tey seinastu trý árini hevur kríggið har norðuri í Uganda kravt tríggjar ferðir fleiri mannalív enn kríggið í Irak, og hildið verður, at partarnir hava brúkt einar 10 milliardir krónur til vápn og annað í sambandi við kríggið.
Norðmaðurin Jan Egeland, sum stendur á odda fyri neyðhjálpararbeiðinum hjá ST, kom til Uganda í dag at kanna viðurskiftini. Sjálvur hevur hann skotið upp at seta eina serfrøðinganevnd at kanna virksemið hjá Harrans Mótstøðuheri, sum er kendur fyri sína sera harðrendu og ómenniskjaligu framferð.
Millum felagsskapirnar, sum hava skrivað frágreiðingina um støðuna har norðuri í Uganda, eru Oxfam, Care, Flóttafólkahjálpin og Red Barnet.










