Tað er USA, sum ræður

Fleiri ilskast um, at USA einsamalt fekk sær atgongd til iraksku vápnafrágreiðingina. Men hetta er bert ein staðfesting av, at USA ætlar sær at stýra Irak-kreppuni, sama hvat onnur siga

Irak-kreppan
Árni Joensen:

Ósemjan um ta iraksku vápnafrágreiðoingina tók seg upp seinasta vikuskiftið.
Fríggjadagin samdust tey fimtan limalondini í trygdarráðnum hjá ST um, at vápnaeftirlitsmenninir hjá ST og altjóða kjarnorkustovnurin í Wien skuldu sleppa at síggja frágreiðingina fyrst. Men dagin eftir broytti USA støðu og noyddi formannin í trygdarráðnum, kolombiska ST-sendiharran Alfonso Valdivieso, at útflýggja frágreiðingina.
Amerikanskir diplomatar fóru síðani við flogfari úr New York til Washington við iraksku frágreiðingini. Har varð hon so margfaldað og síðani latin hinum føstu limunum í trygdarráðnum. Samstundis varð fráboðað, at hini londini í ráðnum skuldu fáa eina minni útgávu av frágreiðingini.
Noreg og Sýrialand, sum eru í trygdarráðnum, hava mótmælt amerikansku framferðini, men altjóða serfrøðingar siga, at amerikanska framferðin í hesum máli vísir bert, at USA ætlar sær at stýra Irak-kreppuni, sama hvat onnur lond siga.
? Tað er heilt týðiligt, at USA við hesum roynir at vísa heiminum, at tað er Washington og ikki ST, sum avger, hvat skal henda, sigur William Hopkinson á Royal Institute of International Affairs í London. Aðrir serfrøðingar hava somu áskoðan.