Tað er undarligt at koma við hesum nú

Hetta kann fara at kosta yvir 200 milliónir, sigur Heðin Mortenen, løgtingsmaður

Tað er undarligt at koma við hesum uppskotinum aftur nú. Tað heldur Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin og býráðslimur í Havn. Og tað sigur hann, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Fókaflokkinum um at geva kommunum heimild til at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum upp í 65.000 krónur. Í dag er hann 30.000. krónur. Fólkaflokkurin sigur, at gera kommurnar hetta, verður tað ein skattalætti fyri tey, sum tjena allarminst.  

 

Heðin Mortensen heldur, at hetta er ein luftballón, sum Fólkaflókkurin sendir upp í loft, nú væl nærkast. Og hann heldur, at er undarligt at koma við hesum uppskotinum nú. Hann heldur tvørtur ímóti, at meinti fólkaflokkurin tað í álvara, varð hetta sett í gildi, samstundis sum at flatskatturin varð sett í gildi.

 

Tá ið flatskatturin varð settur í gildi, varð botnfrádrátturin í landskassanum hækkaður upp í 65.000 krónur um árið, men tað varð botnfrádrátturin í kommunuskattinum, ikki. Men tað var tá ið hetta átti at verið gjørt, tí tá hevði tað verið eitt lið í eini heildarloysn, heldur Heðin Mortensen.

 

Hann sigur, at avleiðingin av at geva kommunum heimild til at hækka botnfrádráttin, kann vera, at vit fara at fáa eina kapping ímillum kommunur um at lokka fólk til sín. Og tað er ein kapping, tær smáu kommunurnar eru dømdar at tapa, tí tær hava ongan møguleika at hækka botnfrádráttin. Tað gongur illa hjá teimum at fáa endarnar at røkka saman sum nú er, samstundis verða alsamt fleiri uppgávur lagdar á kommunurnar. Heðin Mortensen ivast ikki í, at avleiðingin verður, at tað fara enn fleiri fólk at flyta inn í miðstaðarøkið. 

 

– Eg ivist ikki í, at fólk vilja heldur hava góðar tænastur heldur enn at skatturin verður lækkaður, sigur hann. Hann sigur, at brúka allar kommunurnar hendan møguleikan, fer tað at kosta kommununum yvir 200 milliónir í mistari inntøku.

 

Tey í Fólkaflokkinum skilja ikki, hví nøkur mótstøða kann vera ímóti hesum, tí hetta er ikki tvingsil, men ein møguleiki, kommunur fáa, og sum tær kunnu brúka, ella lata vera.

 

Bjarni Kárason Petersen, sum hevur sæti á Løgtingið, spurdi, hví kommunur bara skulu hava loyvi at hækka botnfrádráttin og ikki til at lækka hann. Hann heldur, at skulu kommunur hava sjálvræðið, so læt tær hava sjálvráðið. Hinvegin kann Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, ikki hugsa sær, at nøkur kommuna fer at lækka frádráttin.