Uni Holm Johannesen
Tað er fremmant í føroyskari bókmentan. Ófrættakent.
Í bókini, sum 32 ára gamla Silvia Henriksdóttir lat úr hondum í síðstu viku, eru beinraknar lýsingar av hennara barndómi. Hon er fyri kynsligari misnýtslu sum barn. Hon hevur givið sær fullkomiliga fríar teymar at skjalfesta sínar upplivingar.
- Tað er upp til lesaran at meta, um eg geri uppreistur. Rithøvundar hava altíð provokerað, og at skriva eina bók, har ein av boðskapunum er, at ting verða pakkað ov nógv inn, og síðan sjálv at pakka inn, tað hevði verið eitt sindur paradoksalt, sigur Silvia Henriksdóttir um bókina við sigandi heitinum ”Sig at du lyver.”
Í bókini eru grovar skuldsetingar móti navngivnum persónum, sum hava svikið smágentuna. Maðurin, hon helt vera pápa sín, framdi kynsligan ágang móti fýra ára gomlu gentuni og fram til skúlaaldur. Silvia Henriksdóttir roynir eina ferð varisliga at siga mammuni frá síni vanlukku.
- Tað er lygn, sig, at tú lýgur!, er skjóta og avgjørda svarið. Smágentan hevur skilt boðskapin. Við orðunum slær mamman fast, at tað verður ikki tosað meira um tað. Nakrantíð.
Hugsið um tey raktu
Lítla fjallalandið við teimum brøttu líðunum, langt úti í Atlantshavinum. Tjóðin Føroyar. Oyggjasamfelagið við stórslignu náttúruni. Avbyrgt frá hinum. Grundvøllurin, lívið hjá ernum og stríðshugaðum føroyingum er bundið at. Her er trygt. Føroyar eru millum heimsins samfeløg, har minst brotsverk verður framt.
-Tað besta hevði verið, um bókin kundi givið føroyingum ein kvøkk, sum vakti teir upp frá paradís-illusjónini. Ja, tað er trygt í Føroyum. Á pappírinum, sigur Silvia Henriksdóttir.
Ein vinkona sigur henni, at maðurin, sum býr saman við mammuni, er ikki pápi hennara. Tað vita øll. Uttan smágentan Silvia og stóribeiggi hennara. Mamman vil ikki reiðiliga svara henni, tá hon spyr um tað. Seinni leitar Silvia fram skjøl, har hon fær staðfest, at biologiski pápin er norðmaðurin Henrik Hansen.
Í bókini sigur Silvia Henriksdóttir eisini frá samkomuni Nardus, sum krevur, at hon skal ganga í niðurdeili, og tá hon sum 27 ára gomul meldar mannin, sum hevur framt kynsligan ágang móti henni á politigarðinum í Havn. Málið er fyrnað, er einasta svarið.
- Tá tú ansar so nógv eftir ikki at traðka nakran á tærnar, verður úrslitið tað øvugta. Øll kíta seg fyri ikki at stoyta onnur. Tað virkar øvugt, tíverri. Tað hevur við sær, at alt kann fara fram handan gardinurnar. Tað er ikki tí, at føroyingar ikki tosa. Tosið endar bara ov sjáldan á røttum stað. Tað er eisini alt ov lætt at krógva seg handan religión. Føroyingar hava alt ov stóra virðing fyri trúgv, heldur Silvia Henriksdóttir og sipar til, at føroyingar liva eftir serligum mannagongdum.
Hon leggur áherðslu á, at hon hevur ikki skrivað sína persónligu søgu, tí onnur skulu hava samkenslu við henni.
- Tað er fyri, at fólk skulu hugsa um øll tey, sum hava upplivað – og uppliva! - slíkt, og tað sum verri er, men ikki megna at skriva um tað, ella á annan hátt at sleppa til orðanna, sigur Silvia Henriksdóttir. Bókin er eingin hevndaratsókn, men tað ræður um hjá henni at geva eina beinrakna lýsing av, hvat eisini fer fram í Føroyum.
Tí er bókin ikki á føroyskum
Silvia Henriksdóttir skrivar á donskum. Hon hugsaði leingi um, hvørjum máli, hon skuldi skriva á. Hon valdi danskt, tí á føroyskum er tað ov langt frá talumáli til skriftmál. Hon vildi skriva ein livandi tekst.
- Skuldi eg skriva á føroyskum, hevði tað ikki verið nóg føroyskt. Hevði eg skrivað nóg føroyskt, hevði tað dripið tekstin. Tað eru fyrimunir við danska málinum, tí eg fái størri lesaraskara, umframt at eitt stórt forlag stuðlar mær.
Bókin er longu útseld í føroysku bókasølunum.
Vil flyta mørk
Silvia Henriksdóttir hevur við bókini ”Sig at du lyver” flutt mørk í føroyskum skaldskapi, hóast hon er skrivað á donskum. Føroyingar hava áður roynt seg við líkandi bókum, men eingin er eins húðleys sum hendan. Orsøkin er fremst av øllum, at hon sigur søgur um navngivnar persónar.
- Flestu rithøvundar vilja flyta mørk og gera mun. Tað er ikki nóg mikið at skriva og tveita tekstin í skuffuna. Rithøvundar vilja skriva bøkur, sum rørir lesaran, flytir og mennir hann. Júst sum øll onnur list. Ein tónleikari er fegin, tá hann rørir lurtararnar, júst sum ein rithøvundur er fegin, tá lesarin fær nakað at hugsa um. Best hevði verið, um lesarin broytist av at lesa bókina. Tað er tað ultimativa. At broyta heimin, sigur Silvia Henriksdóttir, sum framvegis ikki kennir stórvegis til bókina.
Silvia Henriksdóttir er cand. IT og starvast sum granskari. Hon býr í Noregi í lítlu norsku bygdini Aremark, saman við manninum og trimum børnum.
- Eg eri ikki rýmd frá fortíðini. Um tað hevði verið neyðugt, hevði eg ongantíð skrivað bókina. Tað ber ikki til at skriva ein góðan tekst um nakað, tú ikki er ávklárað við. Eg eri flutt til Noreg, ikki frá fortíðini, men til eina framtíð, sigur Silvia Henriksdóttir.
FAKTA:
Navn: Silvia Henriksdóttir
Aldur: 32 ár
Bústaður: Aremark, Noreg
Útbúgving: Cand. IT
Starv: Granskari og rithøvundur
”Sig at du lyver” er hennara fyrsta bók