Tað er trongt í botninum

Eftir at teir høvdu skift venjaran út, vunnu teir úr Viborg stórsigur í Esbjerg, og nú eru Køge og AGF aftast

SUPERLIGAN

Spurningurin um DM verður eftir øllum sólarmerkjum at døma avgjørdur millum FCK, Brøndby og so Farum. Spurningurin um tey bæði plássini niðanfyri niðurflytingarstrikuna er nógv meiri opin.
Undan páskafrítíðini vóru jysku Viborg og Silkeborg bestu boðini. Eftir tey bæði páskaumførini eru Køge og AGF undir strikuni.
Køge hevur staðið seg væl higartil, men nú eru teir har, sum tað varð roknað við undan kappingarbyrjan, at teir skuldu verða. AGF hevur í hesum kappingarárinum brúkt 35 milliónir upp á nýggjar spælarar, men higartil hevur tað ikki sást aftur í avrikunum. Poul Hansen, sum er venjari í AGF, verður nú roknaður sum favorittur at vera næsta venjarin, ið fær sekkin.
Eftir at liðið hjá honum 2. páskadag á heimavølli hevði tapt 2?1 ímóti AB, ásannaði hann, at hann ikki hevði vitað, at botnstøðið hjá hansara monnum var so lágt, sum teir høvdu víst ímóti AB.
AB var so tyngt av skaðum, tá ið teir komu til Århus, at teir noyddust at hava tveir spælarar, sum bara hava umstøður at venja tvær ferðir um vikuna við 2. liði, á vøllinum. Tíggju minuttir inn í 2. umfarið sá ein AB spælari reytt, men kortini megnaði AGF bara at skora eitt mál í yvirtíðini.
Donsku fjølmiðlarnir tevja blóð. AGF venjarin, Poul Hansen, verður mettur millum teir bestu. Men nú verður mett, at hann ikki hevur stóran kreditt eftir í stórfelagnum í Århus. Hóskvøldið skal AGF spæla á útivølli í Farum, og sunnudagin skulu teir spæla á útivølli í Viborg. Um AGF einki fer at fáa burturúr hesum báðum dystunum, so verður ivaleyst stutt til skafottið. Tær 35 milliónirnar vóru ikki ætlaðar at keypa eitt lið at flyta niður við fyri.

Ikki at kenna aftur
Í síðstu viku fekk venjarin hjá Viborg, Søren Kusk, sekkin. Hann segði seg vera ovfarnan, tí eftir trilvandi byrjan hevði Viborg fingið fleiri javnleikir síðstu umførini.
At Viborg hevði fingið nýggjan venjara hjálpti í fyrstu royndini. Nýggjur venjari er Benny Lennartsson. Svenski venjarin var í síni tíð venjari hjá Toda Jónsson í Lyngby. Seinastu árini hevur hann verið í Noregi. Hann hevur áður verið venjari í Viborg.
2. páskadag var Viborg í Esbjerg. Heimaliðið hevur havt undanvind síðstu vikurnar, men tað sást ikki aftur hesa ferð, hvør hevur havt mótvind, og hvør hevur havt blíðari byr.
Viborg vann 5?1. Stóri málslúkurin var Søren Frederiksen, sum skoraði fýra ferðir. Viborg hevur havt rættuliga gott tak á Esbjerg í hesum kappingarárinum. Hetta var triði dysturin teirra millum. Viborg hevur vunnið allar, og málmunurin hevur tilsaman verið 15?2!
Silkeborg lyfti sær upp um strikuna, tá ið teir vunnu 3?1 í Køge. Harvið fekk Silkeborg seks stig burturúr teimum báðum umførunum á páskum. Hin sigurin var 3?0 á heimavølli ímóti FCK skírisdag.
OB og FCM eru ? burtursæð frá FCK, Brøndby og Farum ? einastu liðini, sum als ikki kunnu sigast at vera hótt av niðurflytingini. Bæði liðini mistu 2. páskadag eitt sindur í stríðnum um heiðursmerkini. Eftir fýra minuttir hevði Bo Hansen skorað tvær ferðir og harvið lagt FCM á odda. Men í 2. hálvleiki javnaði OB.