Tað er trýst á United og Liverpool

Manchester City er fjúrtan stig frammanfyri Manchester United, sum seinnapartin er á útivølli ímóti WBA

Tað er framvegis langt á mál, tí landskappingin í Onglandi er bara knappliga hálvrunnin. Men í løtuni bendir einki á, at nakar fer at standa Manchester City kurl.

Í gjár smurdu teir bláu í Manchester Tottenham av 4-1. Úrtøkan higartil er seytjan sigrar, ein javnleikur og einki tap. Trivaligi sigurin í gjár var tann sekstandi á rað. Tapið í gjár bar við sær, at Tottenham er 21 stig frá toppinum, og at London liðið er á sjeynda plássi.

 

Manchester United hevur seinnapartin møguleika at skarva eitt sindur av stóra gloppinum, sum er fram til grannarnar og toppliðið. Manchester United fer at spæla á útivølli ímóti West Bromwich Albion, sum er næstaftast.

 

London feløgini Chelsea og Arsenal vunnu í gjár teprar 1-0 heimasigrar á ávikavíst Southampton og Newcastle og eru á ávikavíst triðja og fjórða plássi.

 

Um Arsenal fer at varðveita fjórða plássið eftir átjanda umfar valdast, hvussu tað seinnapartin fer at ganga, tá ið Liverpool, sum hevur 31 stig og er tvey stig aftanfyri Arsenal,  seinni í dag fer at royna seg á útivølli ímóti Bournemouth, sum er eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Í dag

West Bromwich Albion-Manchester United kl. 14.15

Bournemouth-Liverpool kl. 16.30

 

Í morgin

Everton-Swansea kl. 20.00

 

Í gjár

Leicester-Crystal Palace 0-3

Arsenal-Newcastle 1-0

Brighton-Burnley 0-0

Chelsea-Southampton 1-0

Watford-Huddersfield 1-4

Stoke-West Ham 0-3

Manchester City-Tottenham 4-1

 

1

Man. City

18

17

1

0

56:12

52

2

Man. Utd

17

12

2

3

37:11

38

3

Chelsea

18

12

2

4

32:14

38

4

Arsenal

18

10

3

5

31:20

33

5

Burnley

18

9

5

4

16:12

32

6

Liverpool

17

8

7

2

34:20

31

7

Tottenham

18

9

4

5

31:18

31

8

Leicester

18

7

5

6

27:26

26

9

Watford

18

6

4

8

27:33

22

10

Everton

17

6

4

7

21:29

22

11

Huddersfield

18

6

3

9

16:30

21

12

Southampton

18

4

6

8

17:24

18

13

Brighton

18

4

6

8

14:23

18

14

Crystal Palace

18

4

5

9

15:28

17

15

West Ham

18

4

5

9

17:32

17

16

Bournemouth

17

4

4

9

15:20

16

17

Stoke

18

4

4

10

19:39

16

18

Newcastle

18

4

3

11

16:27

15

19

WBA

17

2

8

7

12:22

14

20

Swansea

17

3

3

11

9:22

12