Tað er trýst á Jákupi

Tríggjar ódnir eru upp á spæl, tá ið kabalin skal fáast at ganga upp undan uppgerðini ímóti Skotlandi

Fótbóltur

 

Er tað hugsandi, at Jákup á Borg, sum leygarkvøldið var á landsliðnum fyri 50. ferð, ikki verður ímillum teir fyrstu ellivu ímóti Skotlandi?

Higartil hevur Jákup verið sjálvskrivaður í ytstu ódnini í høgru, og tað kann væl vera, at hann eisini verður í tí plássinum í morgin. Jákup hevur mangan verið stinnur. Serliga klárt í huganum stendur avrikið, tá ið Skotland vitjaði á Svangaskarði 6. september 2002, og úrslitið var 2-2. Føroyar løgdu seg beinanvegin framum 2-0. Í báðum førum var núverandi hjálparvenjarin á landsliðnum, John Petersen, málskjútti, og í báðum førum var tað Jákup á Borg, sum átti næstsíðsta fótin á.

- Vit hava ikki gjørt upp við okkum sjálvar enn, hvussu liðið fer at síggja út. Eg var framúr væl nøgdur við hugburðin leygarkvøldið. Men tá ið tað nú eru fleiri at velja ímillum, enn tað áður hava verið, sigur tað seg sjálvt, at vit hava positivar trupulleikar. Hvat úrslitið verður valdast eisini, hvussu einstøku spælararnir eru fyri eftir stóra stríðið ímóti heimsmeistarunum, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.

Venjarin vil altso ikki siga nakað um uppstillingina. Leygarkvøldið var hann serliga væl nøgdur við skipingina av liðnum. Hóast verjuparturin riggaði væl, so er tað nógv, sum bendir á – sum sagt í blaðnum í gjár – at Fróði Benjaminsen verður miðverji fyri Jón Róa Jacobsen.

Jákup Mikkelsen, sum í annaðkvøld fer at verja føroyska málið fyri 50. ferð, verður málverji, og Óli Johannesen verður miðverji. Landsliðsvenjarin hevur leingi leitað eftir nýggjum vinstra vongverja. Marni Djurhuus er ikki so at siga føddur vinstri vongverji, men hann hevur megnað at lyfta ábyrgdina. Tá ið tað endiliga hevur eydnast at finna spælara, sum megnar hetta plássið, so fer venjarin neyvan at gera nýggjar royndir. Marni fer at fáa møguleikan at býta seg fastan.

Mikkjal Thomassen og Súni Olsen stóðu seg fínt á sentrala miðvøllinum, har teir eisini fara at spæla í morgin. Christian Høgni Jacobsen var sera eyðsýndur í vinstra borði. Bæði hann og málskjúttin ímóti Italia, Rógvi Jacobsen í næstfremsta leiklutinum, fáa møguleikan aftur í morgin.

 

Høgra borðið

So var tað spurningurin, um tað kann hugsast, at Jákup á Borg ímóti Skotlandi ikki verður í plássinum høgru megin á miðjuni. Jákup var smáskaddur, tá ið hann leygarkvøldið varð skiftur út, og tað er einki at liggja omaná, at avrikið hesa ferð hjá honum ikki var heilt á hædd við tað, sum hann ofta áður hevur víst á landsliðnum.

Símun Samuelsen varð settur inn á miðvallarplássið í høgru. Undanfarnu ferðirnar hevur Símun ikki verið serliga sannførandi. Hesa ferð greip vágbingurin í Keflavík møguleikan. Hann víst sjálvsálit, hugflog og dynamikk. Símun fann væl saman við Atla Danielsen, og hann átti triðsíðsta fótin á, tá ið Rógvi Jacobsen skoraði eftir innlegg frá Atla Danielsen.

Umframt at Símun bjóðar Jákupi av, so er ein annar møguleiki, at Atli Danielsen verður fluttur av vongverjanum í høgru og eina ódn fram. Tann møguleikin hevði borið við sær, at pláss hevði verið fyri Jón Róa Jacobsen á vongverjanum í høgru. Hetta plássið hevur hann ofta røkt í AaB.

So er tað fremsta álopsplássið. Leygarkvøldið røkti Andrew av Fløtum sessin, inntil Christian Lamhauge Holst loysti hann av. Báðir komu teir væl frá uppgávuni. Hóast Christian hevur spælt nógv meiri í álopinum hjá Lyngby, sum er á veg í superliguna, enn Andrew hevur spælt í álopinum hjá Fremad Amager, sum er í vanda fyri at detta eina deild niður, so segðist Andrew vera betri fyri enn kappingarneytin, tá ið landsliðið í síðstu viku fyrireikaði seg til dystin ímóti Italia.

Tann av teimum báðum, sum vísir seg at vera betri fyri í morgin, fer at fáa fremsta álopsplássið.