Tað er »tað reina vanvid«, at gera fleiri tunlar ísenn. Tað heldur Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn.
Í næstum skal samgongan finna eina semju um, nær fleiri tunlar skulu gerast í Føroyum, og, í hvørjari raðfylgju, teir skulu gerast. Og tað kann vísa seg at verða eitt tungt hoyggj at draga, tí meiningarnar eru ymiskar. Serliga er ynski frammi um at framskunda tunlarnar Norður um Fjall, tí teir skulu vera lívshættisligir.
Í hesum sambandi vísir Ruth Vang á, at í løtuni eru vit í holt við Eysturoyartunnilin, og í næstu framtíð verður eisini farið undir Hvalbiartunnilin og so seinni aftur, Sandoyartunnil. Samstundis hevur Landsverk gjørt eitt alment tunlasjakk, sum skal bora tunlar til smærri bygdir. Men tað er stór ósemja í samgonguni um, hvar tann fyrsti tunnilin skal gerast, um tað skal vera tann til Fámjins ella tann til Dals.
Ruth Vang hevur áður sagt, at tað stendur í Fíggjarlógini, at tann til Dals skal gerast fyrst, og tað vil hon halda seg til. Men hinvegin hevur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, biðið Landsverk fyrireika arbeiðið at gera tunnilin til Fámjins.
Nú Løgtingið viðgjørdi ólavsøkurøðuna, vísti løgmaður á, at hetta er ein spurningur, samgongan viðgerð, men sum hon ikki er samd um enn. Men hann vísir á, at tunlasjakkið kann bara gera ein tunnil ísenn. Men hann vísir eisini á, at hvat íløgum viðvíkur, fer samgongan at repa seglini, fyri at tálma virkseminum í byggivinnuni, sum hevur alt ov nógv at gera. Og tí vera summar íløgur at bíða og tað skal samgongan semjast um í heyst.
Men tað skal eisini finnast ein semja um tunlarnar Norður um Fjall, og tann semjan er heldur ikki funnin enn. Hinvegin tosar eingin politikari um at broyta ætlanina at fara undir Hvalbiartunnilin í næstum, men politikarar streingja á at fáa tunlarnar Norður um Fjall, framskundaðar
– Skulu tunlarnir Norður um Fjall framskundast, hava vit fimm tunlar í gerð í senn og tað hevði verið tað »reina vanvid« tí vit kunnu ikki gera allar ísenn, sigur Ruth Vang. Hon leggur afturat, at hetta er ein spurningur, samgongan verður noydd at finna eina semju um.
Hon sigur, at tað, sum liggur í kortunum, er, at tunlarnir skulu Norður um Fjall, verða gjørdir aftan á Hvalbuartunnilin.
– Tað er ein raðfesting undanfarna samgonga gjørdi og vit gera ikki annað enn at halda fast um hana, sigur Ruth Vang. Men hon leggur afturat, at verður Hvalbiartunnilin liðugur fyrr enn væntað, ber eisini til at framskunda tunlarnar Norður um Fjall.
Somuleiðis Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, vísir á, at tað er undanfarna samgonga, sum hevur lagt íløguætlanina fyri tunlar og eftir henni skuldu tunlarnar Norður um Fjall ikki gerast enn.
Og hann heldur, at tað er ein spurningur, hvat búskapurin tolir. Serliga ivingarsamur er hann um seinasta uppskotið frá tinglimum norðanfyri, har tunlarnir Norður um Fjall partvís skulu leggjast uttan fyri fíggjarlógina, ístaðin skal Norðoyatunnilin taka lán til hann og gera hann.
Eisini Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at tað er óðamannaverk at gera allar tunlarnar ísenn. Samstundis eru tunlarnir hættisligir, so samgongan er í eini tvístøðu. Tí verður alt gjørt fyri at framskunda teir, men at gera alt í senn, er óðamannaverk, leggur hon afturat.