Tað er tætt í báðum endum

Tað er sera tætt og spennandi í toppinum í 1. deild, og í botninum syrgdi EB/Streymur við heimasigri á KÍ fyri, at tað framvegis er ein opin spurningur, hvørji tvey feløg skulu flyta niður.

VB/Sumba, sum seinastu vikurnar hevur verið oddalið, tapti 2-0 á Sevmýri.

Samstundis vunnu bæði 07 Vestur og AB trivaligar heimasigrar. 07 Vestur skal um eina viku spæla í Vági. Vágamenn hava staðið seg illa í Suðuroy higartil. Møguleiki er tískil fyri, at AB skal smoyggja seg inn á uppflytingarpláss, um tað fer at eydnast argjamonnum at vinna á HB í Gundadali.

Botnliðið EB/Streymur vann í dag trivaligan heimasigur á KÍ. Støðan hjá B68 gjørdist betri í botnstríðnum, tá ið toftamenn vunnu 4-0 á HB. Um eina viku skal B68 spæla í Klaksvík. Tann dysturin verður lyklauppgerð í spurninginum um niðurflyting.

 

 

AB-NSÍ 7-1

TB-VB/Sumba 2-0

07 Vestur-Víkingur 8-2

B68-HB 4-0

EB/Streymur-KÍ 1-4

 

07 Vestur 56

VB/Sumba 56

AB 55

TB 45

Víkingur 27

NSÍ 23

HB 22

B68 21

KÍ 18

EB/Streymur 16

 

25. umfar

4. oktober

Víkingur-EB/Streymur

VB/Sumba-07 Vestur

NSÍ-TB

HB-AB

KÍ-B68