Tað er svølg í sjónum og nógvur reki, men róligur, Sámal Mattias

Eitt óført rekatræ rak upp í dag: Ein heilur listaháskúli brimborin upp á turt í valsúginum.

Men, góði Jóan Pauli, Føroya Fólkaháskúli er sjálvsognarstovnur við tí, sum tí fylgir, og endamál hansara er háskúlavirksemi. Háskúlin brúkar síni høli til hetta virksemi og hevur kanska rúm til at hýsa einum lítlum skeiði umframt tað. Gjøgnum heysthálvuna hevur háskúlin vanligt háskúlaskeið, og í várhálvárinum hevur hann eina røð av stuttum skeiðum. Øll tey evnini, sum tú nevnir, eru evnir, sum háskúlin arbeiðir við – list, tónleikur og annað skapandi starv. At stovna listaháskúla er eitt ódnartak, og vilt tú leggja grundina undir Føroya listaháskúla, skal eg taka hattin av fyri tær.

Turið Sigurðardóttir,
formaður í stjórn Føroya Fólkaháskúla