Sum barn hugsaði Michela um alt, sum hevði við tøl at gera, og tí var eingin ivi um, at hon skuldi verða búskaparfrøðingur, tá hon bleiv vaksin. Men so bleiv ikki. Tá Michela var liðug á handilsskúlanum og skuldi søkja sær lærupláss, fekk hon eyga á teir stóru møguleikarnar innan shipping-vinnuna, og alt í einum var tað sjógvurin, sum dró.
-Eg hevði ikki ímyndað mær, at eg skuldi enda í shipping-vinnuni. Men eg eri jú føroyingur, so tað hevur altíð ligið í blóðinum, tí har eru øll tætt knýtt at tí, sum hevur við sjógvin at gera. Harafturat hevur sjógvurin altíð verið ein partur av mínum gernadisdegi, tí fleiri av mínum næstu er í vinnuni. Sjálv hevði eg bara ikki hugsað um sjógvin sum ein møguleika, sigur Michela Sørensen í samrøðu við blaðið hjá danska reiðarafelagnum.
Í dag býr Michela í Keypmannahavn, men sjálvt um hon hevur íbúð á Nørrebro, kann hon njóta útsýnið til allan heimin, tí í sínum dagliga starvi sum shipping-trainee hjá reiðarínum TORM umsitur hon skip á øllum heimsins høvum og í havnum um allan heimin.
Í stórbýarlívið
Fyri tveimum árum síðani noyddist Michela at fara úr tí friðarliga umhvørvinum í Føroyum til tað støðugt brúsandi býarlívið í Keypmannahavn, men tað var neyðugt, um hon skuldi fáa ta sjóvinnuútbúgvingina, sum hon hevði sett sær fyri at fáa. Men fyri ein føroying, sum hevur bein í nøsini, og sum ikki fer av vegnum fyri avbjóðingum og spenningi, var tað stóra skiftið í gerandistilveruni ikki so stórt kortini.
-Tað var spennandi at flyta til Danmarkar. Mær dámar væl avbjóðingar, og eg vil helst standa á egnum beinum. Tann vanligi arbeiðsdagurin í shipping-vinnuni er eisini júst nakað fyri meg, tí eg trívist best, har nógv er at gera. Sjálvandi sakni eg familju og vinir í Føroyum og kappróðurin um summarið, sigur Michela brosandi og leggur afturat, at hon er so heppin at hava eitt sindur av familju í Keypmannahavn.
Stríðið vert
Arbeiðsdagurin á skrivstovuni hjá TORM er líka strævin sum lívið í stórbýnum. Sum shipping-trainee hevur hon úr at gera hvønn dag, men tað eru ongantíð tveir dagar, sum eru líka. Útbúgvingin tekur tvey ár og er sett saman av skúlagongd og praktiskum gerandisdegi í einum altjóða reiðaríi.
-Í shipping-vinnuni veit ein ongantíð, hvat ein dagur hevur at bjóða. Tað eru avbjóðingar alla tíðina, so ein hevur ikki stundir til at keða seg. Sjálvandi kann okkurt óvæntað henda, men so ræður um at gera sær eina mynd av støðuni. Ein kann koma í eina støðu, sum eingin hevur roynt fyrr, heldur ikki leiðararnir. Hetta gevur spenning, og tað dámar mær væl, sigur Michela og heldur fram:
-Men hesi viðurskifti seta stór krøv til starvsfólkið, og tað skal ein fyrireika seg uppá, tá ein velur at fara í hesa vinnuna. Shipping er meiri enn eitt arbeiði. Tað er ein lívsstílur. Á talvuni eitur arbeiðsdagurin frá 9 til 17, men ein fer ikki til hús, fyrr enn arbeiðið er liðugt, og tað kann væl henda, at okkurt óvæntað kemur undan kavi, eftir at klokkan er vorðin 17. So hetta er eitt arbeiði, sum ein veruliga skal hava hug til. Men tað er stríðið vert, og eg havi ikki iðrað meg um valið eina einastu løtu. Tað er strævið at hava eitt fulltíðarstarv og at lesa HD um kvøldið, men eisini tað er stríðið vert. Eg havi ein spennandi gerandisdag við nógvum avbjóðingum og stórari ábyrgd, sera góðum starvsfeløgum, fái løn undir útbúgvingini og havi altjóða arbeiðsmøguleikar at síggja fram til. Og eg gleði meg hvønn dag at fara til arbeiðis.
Sum ein mamma
Tey, sum arbeiða sum shipping-trainee hjá TORM, sleppa at royna seg í teimum ymsu deildunum hjá reiðarínum. Michela er komin hálva leið í útbúgvingini og hevur tí ikki roynt alt enn.
-Higartil havi eg roynt meg sum operatør, og tað er júst tað rætta fyri meg. Sum operatørur heldur tú eyga við skipunum, kannar, um tey koma fram til ásettu tíðina, um tey hava nóg mikið av olju o.a.v. Vit plaga at siga til stuttleika, at ein operatørur er sum ein mamma hjá skipum sínum. Passar tað, so áttu tað at verið fleiri kvinnur í shipping-vinnuni, sigur Michela brosandi.
Enn eru tað yvirhøvur menn, sum arbeiða í shipping-vinnuni, men gongdin er, at altsamt fleiri kvinnur gera sum Michela og velja at útbúgva seg innan shipping. Og hon hevur, sum hon sjálv sigur, ikki iðrað seg um tað valið eina einastu løtu.