Munurin millum lítlu Føroyar og stóru europeisku fótbóltstjóðirnar er ikki serliga stórur. Í hvussu so er ikki í málum, tá ið tað verður spælt í Føroyum.
Fyri stuttum vann Serbia 2-0, og í dag hevur Frakland vunnið 1-0.
Jógvan Martin Olsen, fyrrverandi landsliðsvenjari, vísti eftir dystin í Rás 2 á, at tað er ógvuliga hugaligt at síggja, hvussu føroysku spælararnir stóðu seg.
- Talan er um liðavrik, og tí er torført at taka nakrar spælarar fram um aðrar. Men tað er merkisvert, hvussu væl nógvu ungu spælararnir stóðu seg. Jóan Símun Edmundsson er bara 18 ára gamal, og hann var eyðsýndur í sínum fyrsta landsdysti. Aðrir blaðungir spælarar, sum stóðu seg væl, eru Jónas Tór Næs og Jóhan Troest Davidsen á vongverjunum, Bogi Løkin í høgru, Jann Ingi Petersen, sum loysti Atla Danielsen av, og so Jóan Símun. Tað er hugaligt at síggja avrikini hjá hesum monnum, tí teir eiga nógvar landsdystir til góða, heldur Jógvan Martin Olsen, sum heldur fram:
- Jákup Mikkelsen var góður, ikki minst tá ið bóltarnir vórðu spældir aftur til hann, Atli Gregersen og Egil á Bø, sum ikki hava spælt so leingi á landsliðnum, stóðu seg væl, Jákup á Borg royndist væl, tá ið hann kom inn, Fróði Benjaminsen var sum altíð eyðsýndur og Símun Samuelsen hevur ment seg til lyklaspælara í vinstru.