Tað er stórur vandi fyri fullkomiligum ruðuleika

Nú verður teppið skrykt undan okkum, so nú fara vit bara í bankan við lyklunum til virkið, sigur Leif Høj

 

Hetta er eitt ógvuliga grundleggjandi mál og tað er stórur vandi fyri, at alt endar í fullkomnum ruðuleika.

 

Tað sigur Leif Høj, stjóri á Norðfra, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at sleppa krøvunum um, at vørur skulu hagreiðast á løggildum virkjum, áðrenn tær verða seldar í Handlum á matstovum, og aðrastaðni.

 

Tað verður kortini framvegis loyvt hjá fólki at keypa kjøt og annað beinleiðis frá bóndum, men nú er eisini ætlanin at sleppa kravinum um, at handlar og matstovur skulu bara selja løggildar vørur.

 

Norðfra hevur løggilding til at virka og at selja fisk, og tey eru alt annað enn nøgd við ætlanina um at sleppa krøvunum um løggilding.

 

– Í dag hava vit mannagongdir sum bæði tryggja, at brúkarin er vardur, og at framleiðarin veit hvat krevst av honum, sigur Leif Høj.

 

Hann staðfestir, at tað er Heilsufrøðisliga Starvstovan, sum hevur eftirlitið.  Og hann staðfestir samstundis, at tað er neyðugt við einum eftirliti, tí fiskavørur verða ikki bara turkaðar, men tær verða eisini stoktar, kókaðar og viðgjørdar á ymsan hátt, sum krevur, at tað má ansast væl eftir hita, pakkninginum og merkingini.

 

Hann sigur, at á Norðfra hava tey brúkt hópin av pengum at fáa framleiðsluna løggildað. Men verða krøvini nú slept, verður kappingarstøðan heilt ørvísi, og tað er stórur vandi fyri, at alt endar í ruðuleika.

 

Hann sigur, at í dag vita matstovur, handlar, og privati brúkarin, at keypa tey føroyskar fiskavørur, er tað í flestu førum dygdarvøra, sum er góðkend. Samstundis tryggja tey virkini, ið fáast við slíkt, at úrvalið er stórt.

 

Eftir ætlanini hjá samgonguni, eru tað virki, sum framleiða fyri í mesta lagi eina millión, ið sleppa undan kravinum um løggilding. Tey størri virki, sum selja fyri meiri enn eina millión, skulu framvegis verða góðlend.

 

Men Leif Høj heldur, at markið er alt ov høgt, tí marknaðurin er so lítil.

 

Avleiðingin verður at nógv av søluni fer at verða óskipað, og avleiðingin av tí verður so aftur, at umstøðurnar hjá teimum sum gera íløgur í at hava skipað og trygg viðurskifti, verða sera vánaligar, sigur stjórin í Norðfra.

 

Hann sigur at á Norðfrá hava tey brúkt einar 10 milliónir upp á at fáa virkið løggilt.

 

– Bara fyri at sleppa at ræsa fisk, máttu vit gera eina íløgu upp á 80.000 krónir, leggur hann afturat.

 

Og hann dylir ikki fyri, at tað, sum nú hendir er ómetaliga beiskt, tí nú er øll íløgan í løggildingina til onga nyttu.

 

– Hetta skrykkir teppið undan okkum, sum hava gjørt stórar íløgur í at lúka øll krøv. Verða krøvini nú slept, hava vit ongan møguleika longur, og so er einki at gera enn at koyra suður til Havnar at lata bankanum lyklarnar til virkið, sigur Leif Høj.