Tað er stórur mikudagur í fótbóltinum

Fyri triðju ferð í ár eru tveir dystir millum tvey av teimum stóru á skránni

Tað er stórur dagur í fótbóltinum heima á landi ídag. Á páskum var stórkavi. Tí var ikki hugsningur um at spæla fótbólt, og fjórða umfar, sum var sett á skrá at vera 2. páskadag, varð útsett til í kvøld.

Fyrsta bríksl verður við Stórá í Trongisvági klokkan 16, har B36 er gestur hjá TB. Fyrsta bríksl í hinum fýra dystunum er sett at vera klokkan 19.

Støðutalvan sigur, at nú eru tey fimm í ovaru hálvu, sum síðstu árini hava verið har. Í kvøld vera tvær innanhýsis uppgerðir millum hesi liðini – KÍ – HB og NSÍ – Víkingur.

Hetta er triðja ferðin í ár, at tað eru tvær uppgerðir millum hesi feløgini. Í 2. umfari vóru úrslitini KÍ – NSÍ 2-0 og HB – B36 0-0. Í 5. umfari vóru úrslitini Víkingur – KÍ 1-2 og NSÍ – B36 4-2.

Tað verður sagt frá hampuligum líkindum at spæla fótbólt. Hann verður eystan seinnapartin og landnyrðingur í kvøld, og vindferðin verður 5 – 6 metrar um sekundið. Seinnapartin vera onkrir ælingar og í kvøld verður tað turt. Tað ræður um at vera væl ílatin, tí tað verður kalt. Í kvøld vera tað umleið trý hitastig.

 

KÍ – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 19.00

NSÍ – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 19.00

B68 – ÍF: Dagfinn Forná kl. 19.00

07 Vestur – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00

TB – B36: Rani A. Skaalum kl. 16.00

 

660020218
HB641123513
NSÍ6402141012
Víkingur63219611
B366231769
ÍF62139167
07 Vestur620410206
EB/Streymur61235115
B6860247142
TB60155191