Tað er so mangt sum er skomm

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum sigur í samrøðu við Sosialin, at tað hevði verið skomm at biðið danir um at hækka blokkin aftur, og at hetta hevði verið eitt stig burtur frá sjálvberandi búskapi.

 

Eg hefti meg við orðini ”sjálvberandi búskapur.” Eg haldi at fólk hava fingið ta løgnu fatan, at ”sjálvberandi búskapur”, merkir tað saman sum ”eingin blokkstuðul úr Danmark”. Um vit taka allan blokkstuðulin burtur, og einki seta í staðin, og koyra við stóru halli, so verður tað kallað sjálvbernandi búskapur.

 

Eg havi fylgt væl við politisku gongdini líka síðani fullveldislandsstýrið kom til valdið í 1998, men eg dugi als ikki at síggja, at føroyski búskapurin, ella almennu kassarnir eru meira sjálvberandi nú, enn teir vóru í 1998. Vit fáa minni inn í blokkstuðli, men vit koyra eisini við dundrandi halli.

 

Í 1998 varð sagt, at tað var skomm at lata onnur gjalda fyri okkum, tí tað skuldu vit gera sjálvi. Tað er í lagið, men nú vit skulu í holt við at gjalda sjálvi, nú vil eingin hava rokningina. Vit hoyra hetta dagliga í fjølmiðlunum: ”Tit mugu ikki taka nakað frá pensjónistunum”, ”tit mugu ikki lækka játtanina til tey lesandi”, ”nei til lønarsteðg”, ”fáa DIS'ararnir eina eykarokning, so ríma teir”, ”sjómannafrádrátturin má ikki nertast”, ”nei til tilfeingisrentu”, ”barnaverndarøkið má ikki nertast”, ”nei til at hækka skattin”, ”latið rentustuðulin fáa frið”, og eg kundi hildið fram. Eingin er tann rætti til at gjalda rokningina fyri niðurskurðin í blokkstuðlinum, men somu fólk siga, at tað er skomm at lata onnur gjalda fyri okkum. - Skal so eingin gjalda rokningina?

 

Onkur má gjalda

Tað er í fínasta lagið, at politikarar siga, at tað er skomm at lata onnur gjalda fyri okkum. Men so mugu teir eisini tora at hyggja fólk inn í eyguni og siga við tey: Tit mugu gjalda!