Tað er óskiljandi at tað ikki er broytt

Halgidagslógin er margháttlig summum førum, og tí eigur hon at verða broytt, halda løgtingslimir

 

Halgidagslógin eigur at verða broytt. Tað staðfestu løgtingslimir úr fýra ymsum flokkum á einum pallborðsfundi, sum Framsøkin Ung, ið er ungdómsfelagið hjá Framsókn, skipaði fyri pallborðsfundi um vikuskiftið um afturlatingartíðirnar hjá skeinkistøðum og dansistøðum.

 

Og á fundinum vóru løgtingslimir fyri fýra politiskar flokkar, nevniliga Ruth Vang úr Framsókn, Bjørt Samuelsen úr tjóðveldi, Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum og Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum. Men gjørt varð vart við, at eisini Fólkaflokkurin skuldi vera umboðaður, men floksformaðurin, Jørgen Niclasen, hevði givið avboð.

 

Og tey hildu, at nú er stundin komin at endurskoða halgidagslógina.

 

Ruth Vang vísti á, at seinast halgidagslógin varð dagførd, var í 1930, ella fyri 88 árum síðani og hon ilt við at skilja, hví hon ikki er broytt. Hinvegin vísir hon eisini á, at føroyskir myndugleikar hava yvirtikið halgidagslógina, so hana kann Løgtingið  broyta, bara viljin er til staðar. Men hon heldur so eisini, at tað er nettupp ikki óhugsandi, at tað ikki er meiriluti í Løgtinginum fyri at broyta halgidagslógina.

 

Hinvegin hevur Bjørt Samuelsen varhugan av, politisk undirtøka hevði verið fyri at nútímansgjørt halgidagslógina, tað snýr seg bara um at fáa tað gjørt, heldur hon. Hon sigur, at sjálvandi skal lóggávan vera tíðarhóskandi og í hesum sambandi vísir hon á, at halgidagslógin hevur nakrar margháttligar ásetingar í sær, eitt nú, at summi kvøld upp undir halgidagar, er tað ólógligt at danska eftir midnátt, men barrirnar í dansihølunum kunnu saktans hava opið til klokkan fýra á morgni.

 

Bjørt Samuelsen sigur, at hóast hon tekur undir við at halgidagslógin verður broytt, eigur hon at taka atlit til tær stóru høgtíðirnar, vit hava og í tí sambandi heldur hon ikki, at tað skal vera loyvt at skeinkistøð og dansihøli hava opið langa fríggjadag, fyri at nevna eitt dømi.

 

Hóast halgidagslógin verður broytt, eiga vit at hava virðing fyri okkara stóru halgidøgum og eitt dømi um tað er, at langa fríggjadag, eiga vit at binda frið, sigur hon.

 

Eisini Magni Laksáfoss tekur undir við at broyta halgidagslógina hann vísir til, at hon hevur nakrar orðingar, sum tíðin langt síðani er farin frá.

 

Eitt nú stendur í Halgidagslógini, at tað er altíð loyvt at fáast við »Ombæring af Varer til Forsyning af Fiskefartøjer og forbisejlende Skibe med Proviant, Kul, Benzin, Petroleum«, og avgerð kann eisini takast um, at »Kørsel og Ombæring af Brød, Mælk, fersk Kød, fersk Fisk, Bærfrugt og levende Blomster« skal vera loyvt.