Tað er sera sjáldsamt

- Krill er vanligt kring oyggjarnar, men sera sjáldsamt er, at so stórir tættleikar eru heilt inni við land, sigur Havstovan.

Í gjár varnaðust fólk í Klaksvík óvanliga nógv av nøkrum smáum krabbadjórum á vánni í Klaksvík, og Havstovan hevur fingið nøkur av hesum djórum til kanningar.

 

- Vit kunnu staðfesta, at talan er um krill av einum slagi, sum á latíni kallast "meganyctiphanes norvegica".

 

Á Havstovuni siga tey, at krill er vanligt kring oyggjarnar hjá okkum, men tað er sera sjáldsamt, at so stórir tættleikar eru heilt inni við land.

 

- Áhugavert kundi tí verið at frætt, um fólk aðrastaðni í landinum eisini hava sæð slíkt hesar seinastu dagarnar, siga tey á Havstovuni í dag.

 

Lagt verður aftrat, at krill er týdningarmikil føði hjá eitt nú svartkjafti, upsa og eisini hjá nøkrum hvala- og sjófuglasløgum.