Tað er risa munur á teimum bestu og hinum

Talan var um skrædl oman á skrædl, tá ið tey í lægru deildunum royndu seg ímóti teimum stóru. Einasta undantakið var TB, sum kroysti AB í longda leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at argjamenn høvdu vunnið

Jóannes Hansen

Í kvøld verður drigið um, hvussu skráin skal vera í fjórð­ings­finaluni í kapp­ing­ini um løgmans­steypið. Fjórð­ings­finalurnar eru settar á skrá at vera sunnu­dagin 27. apríl.
Longu eftir fyrsta umfar er tað greitt, at tað bara vera feløg í fremstu deildini, ið tá fara at dystast. Harvið er tað longu nú greitt, at tað heldur ikki í ár verður, at lið úr lægri deildunum fer at bjóða teimum stóru av og røkka finaluna. Ikki síðani í áttati árunum er tað komið fyri, at lið úr næstbestu deildini hevur megnað at spæla seg í steypa­finaluna.
Størsta sigurin leygar­dagin vunnu fuglfirðingar 14-1 ímóti Undrinum, og Clayton Soares var seks faldur mál­skjútti. Hann hevur í trimum teimum fyrstu um­førunum í lands­kapp­ingini ikki funnið vegin til meskarnar hjá mótstøðu­liðunum.
Tað man vera eyð­mýkj­andi at leggja rygg til 14-1 tap. Men sambært venjaranum hjá Giza/Hoyvík, Símun Waag Høgnesen, sum eisini spælir á liðnum, ið partur av triði bestu deildini, so var tað ikki so galið at spæla í Fugla­firði:
– Talan var um jaliga upp­living. Vit harmast um, at mun­urin gjørdist so stórur. Vit royndu at spæla fótbólt, men ÍF var rættiliga uppsett.
ÍF sigurin á Undrinum er størsti sigurin í steypa­kapp­ing­ini nógvu tey seinastu árini. Síðsta úrslitið, sum kann sammetast við hetta var 17. mars 2007. Tá vóru tað eisini ÍF og Undrið, sum hitt­ust í Fuglafirði. Ta ferðina vann ÍF 11-1. Merkisvert er tað, at tað bara var ein spælari á ÍF liðnum leygar­dagin, sum eisini var við fyri sjey árum síðani. Tað var Fritleif í Lambanum.
Í Fuglafirði eru tað fleiri, sum minnast aftur á, tá ið ÍF tók fyrstu fetini í bestu deildini, og liðið legði rygg til stórskrødl. Tað er tiltikið, tá ið ÍF fyrsta august í 1971 tapti landskappingardyst ímóti HB í Gundadali, og úrslitið var 14-1!

Hini skrædlini
Hjá EB/Streymi var leygar­dagin talan um av­greiðslu­sigur í Gundadali, har úrs­lit­ið ímóti Giza/Hoyvík var 6-1. Merkisvert var tað, at Arnbjørn Hansen var trí­faldur málskjútti. Hann hev­ur spælt millum lítið og einki í landskappingini orsaka av skaða, men nú tykist hann at vera komin fyri seg aftur.
Í Klaksvík vann KÍ 5-0 á 07Vestur. Hesa ferð var klassa­munur. Vágamenn og klaksvíkingar hava ikki dyst­ast í steypakappingini síðani í fjórðingsfinaluni í 2011, tá ið 07Vestur á heimavølli vann 1-0. Hetta árið vóru bæði KÍ og 07Vestur í bestu deildini. Leygardagin var klassamunur millum 07Vestur, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini og KÍ, sum í fjør leingi var hótt av niður­flyting.
Á Vágseiði tók FC Suður­oy, sum er eitt av trimum feløgum, ið hava møguleika at flyta upp úr næstbestu deildini og í bestu deildina, ímóti toppliðnum í Effo-deildini. Tað var eingin trupul­leiki hjá NSÍ at spæla seg víðari í kappingini við 4-0 sigri. Klæmint A. Olsen hevur í trimum teimum fyrstu umførunum í lands­kapp­ingini skorað seks mál. Leygardagin var hann á vøll­inum í 80 minuttir uttan at skora mál.
Í landskappingini hevur tað higartil í ár ikki vignast so væl hjá uppflytarunum í B68. Leygardagin vunnu tofta­menn 8-0 á heimavølli ímóti Royn. Óli Højgaard Olsen, sum higartil hevur verið so mikið darvaður av skað­um, at hann ikki hevur verið við í landskappingini, var trífaldur málskjútti, og tað boðar frá, at hann aftur er førur fyri at spæla í lands­kappingini. Tað eigur at vera stóru styrkur hjá tofta­monnum.

Tøttu uppgerðirnar
Í Serpigerði var úrslitið 2-0 heimasigur, tá ið tví­faldu steypavinnararnir í Víkingi høvdu vitjan av upp­flytar­unum av Skála. Hóast tølini kundu bent á, at tað var tætt og spennandi, so vísti leikgongdin og býtið at málmøguleikum, at Víkingur var greitt omaná.
Størstu dramaini í fyrsta umfarinum vóru í høvuðs­staðnum. 3-2 HB sigurin á B36 verður umrøddur aðra staðni á ítróttarsíðunum.
Á Argjum eydnaðist tað heimaliðnum, sum er í bestu deildini, at vinna á TB úr næstbestu deildini eftir longda leiktíð og brots­sparks­kapping. TB fór illa við sær sjálvum í kappingini úr ellivu metrum, tí í tveimum førum sendu tvøramenn bóltin í stólpan, og tað einu ferðina fór bólturin upp um tvørtræið.
– Vit høvdu leingi tak á tí, men tá ið TB javnaði til 1-1, og tað restaðu tríggir minuttir, so datt alt saman hjá okkum, staðfesti AB venjarin Bill Jacobsen eftir dystarlok. Hann var ikki nøgdur við avrikið hjá sínum monnum:
– Sigurin var uppiborin, tí vit vóru spælstýrandi, og vit spældur okkum til nógv fleiri málmøguleikar. Trupul­leikin er, at vit fóru niður við høvdinum, tá ið teir høvdu javnað, og at teir harvið tóku yvir í longdu leiktíðini, staðfesti AB venjarin, sum var fegin um, at liðið hjá honum hevði kvalifiserað seg til 2. umfar, men sam­stundis var misnøgdur við, at hansara menn ikki megnaðu at halda høvdið kalt alla tíðina.

- - -

Leygardagin 5. apríl:

AB - TB 1-1 (0-0)
4-2 eftir longda leiktíð og brotssparksk.
1-0: Karstin Højgaard 67.
1-1: Ragnar Tausen 87.
Brotssparkskapping:
1-0: Karstin Højgaard
1-0: Martin Tausen í stólpan
2-0: Bárður Olsen
2-1: Ragnar Tausen
2-1:Jónas Stenberg Ivan Stojkovic bjargaði
2-1: Rógvi Joensen í stólpan
3-1: Jobin Drangastein
3-1: Heini M. Mortensen omanfyri tvørtræið
 
Víkingur - Skála 2-0 (2-0)
1-0: sjálvmál 13.
2-0: Finnur Justinussen 32. 
 
FCS - NSÍ 0-4 (0-2)
0-1: Jens Joensen 33.
0-2: Jens Joensen 45.
0-3: Árni Frederiksberg br 88.
0-4: Jákup Andrias Gaardbo 90.+2.
 
B68 - Royn 8-0 (5-0)
1-0: Óli H. Olsen 20.
2-0: Kristian Anton Andreassen 32.
3-0: Óli H. Olsen 35.
4-0: Óli H. Olsen 42.
5-0: Hákun Edmundsson 45.
6-0: Ari Johannesen 62.
7-0: Emil Ronaldsson 71.
8-0: Andrias á Líknargøtu 73.
 
Giza/Hoyvík - EB/Str. 1-6 (0-1)
0-1: Niels Pauli Danielsen 3.
0-2: Arnbjørn Hansen 51.
0-3: sjálvmál 58.
0-4: Leif Niclasen 78.
1-4: Áki D. Egholm 79.
1-5: Arnbjørn Hansen 84.
1-6: Arnbjørn Hansen 90. 
 
KÍ - 07V 5-0 (2-0)
1-0: Ndende Adama Guéye 12.
2-0: sjálvmál 41.
3-0: Ísak Simonsen br 76.
4-0: Hjalgrím Elttør 88.
5-0: Heðin á Lakjuni 90.+3.
 
ÍF - Undrið 14-1 (7-0)
1-0: Kristoffur Jakobsen 6.
2-0: Clayton Soares 7.
3-0: Kristoffur Jakobsen 10.
4-0: Karl Løkin 12.
5-0: Clayton Soares 14.
6-0: Karl Løkin 36.
7-0: Bogi Reinert Petersen 41.
8-0: sjálvmál 47.
9-0: Clayton Soares 0.
10-0: Pól Magnus Petersen 52.
10-1: Mikkjal Christiansen 61.
11-1: Clayton Soares 65.
12-1: Clayton Soares 66.
13-1: Pól Magnus Petersen 69.
14-1: Clayton Soares 88. 
 
Sunnudagin 6. apríl:

HB - B36 3-2 (2-0)
1-0: Fróði Benjaminsen
2-0: Rógvi S. Holm
3-0: Heini Vatnsdal
3-1: Adeshina Lawal
3-2: Rasmus Dan Sørensen