Tað er ringur fuglur, sum drýtur í egið reiður.

Dan Lamhauge, nevndarlimur í Unga Sjálvstýrinum

Nú Sjálvstýrisflokkurin er komin so langt niður í tingmannatali, sum ein kann, og einasta løgtingsumboð floksins hevur brúk fyri øllum tí stuðli, sum hann kann fáa, standa álitisfólk floksins í røð at sleppa at siga honum alment, hvussu vánaligur hann er.

Ein av teimum fornermaðu, fyrrverandi formaðurin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag og limur í landsnevnd floksins, sigur í bløðunum nú um dagarnar, at moralskir spurningar onga rúmd fáa í Sjálvstýrisflokkinum. Álvaratos. Landsfundirnir 2003 og 2004 snúðu seg stórt sæð ikki um annað enn moralskar spurningar. Og um hetta ikki var nóg mikið, so kundi viðkomandi tikið tað upp í sínum egna valdømi, har hann var formaður, ella enntá í landsnevnd floksins, har viðkomandi umboðaði sítt egna valdømi. Landsnevndin er hægsti mynduleiki millum aðalfundirnar. Har er Kári P. Højgaard eisini limur. Men Carl August Arge valdi at gera um seg, valdi at fara úr flokkinum við einum braki og fáa tað at síggja út sum, at ruðuleiki valdar í Sjálvstýrisflokkinum. Ein góður máti at siga farvæl?

Annars er tað undarligt við politikki. Eg fari ikki at siga, hvat eg haldi um moralsku støðuna hjá Kára P. Højgaard ella nøkrum øðrum í Sjálvstýrisflokkinum. Men tað sær út til, at tá tað kemur til moralskar spurningar, er Havnin á einari kós, meðan restin av Føroyum er á eini aðrari. Onkustaðni har ímillum ferðast allir flokkar í dag. Umboðini úr Suðurstreymoy eru fyri, meðan hini eru í móti. Altso eru umboð úr sama flokki ymisk á máli um henda spurning. Tað haldi eg eisini vera í lagi. Vit kunnu ikki kroysta moralsk virði niður yvir høvdið á fólki. Tí eiga vit at góðtaka, at her eru vit ymisk á máli uttan at kalla hvønn annan líkt og ólíkt.

Hetta er heldur ongin trupulleiki í Sjálvstýrisflokkinum. Fólk kunnu hava teirra egnu meining í moralsku spurningunum, samvitskuspurningum. Men Sjálvstýrisflokkurin hevur bert tað eina løgtingsumboðið, so hann fær ikki havt eitt bein í hvørjum staðnum.

Sum politikkari, mást tú taka støðu til nógv stór mál, bæði fíggjarmál, sosialmál, mentamál, útlendingamál, fiskivinnumál og hvat veit eg. Men til seinasta val fingu nøkur valevni, eisini nøkur úr Sjálvstýrisflokkinum, sær viðurskiftini hjá samkyndum sum høvuðsmál. Tað er so í lagi. Men skal nøkur niðurstøða gerast út frá tí, so er tað ikki eitt evni, sum savnar tær nógvu atkvøðurnar. Og tí er hetta ein undarligur máti at fara úr einum flokki. Og hvar skal man fara? Hvønn annan flokk skal man velja?

Tað er ringur fuglur, ið drýtur í egið reiður. Eg ivist í, um hesi, sum nú melda seg úr flokkinum, nakrantíð veruliga hava kent seg sum sjálvstýrisfólk. Tað fellur teimum alt ov lætt at skaða flokkin.

Kári P. Højgaard hevur einsamallur umboðað Sjálvstýrisflokkin í nøkur ár. Tað er ikki nøkur løtt uppgáva. Men eg haldi, at hann hevur verið ein knassi. Nú mugu sjálvstýrisfólk standa saman og royna at koma við positivum ískoytum til Kára og flokkin, soleiðis at flokkurin til næsta val fær betri umboðan á løgtingi. Kári P. Højgaard fær mín fulla stuðul í arbeiðnum sum tingmaður, hóast vit ikki eru púra samdir um øll mál. Og, ikki minst, hann skal eins og hini 31 løgtingsumboðini sleppa at atkvøða eftir síni egnu samføring og eftir síni egnu samvitsku.

Við sjálvstýriskvøðu