Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í tólvta umfari í Effo-deildini, tá ið Skála fær vitjan av Víkingi.
Uppflytararnir eru ofta botnlið, og botnlið hava sjáldan marginalirnar á síðari síðu. Støðutalvan sigur, at eftir ellivu umfør er Skála bara eitt stig frá niðurflytingarstrikuni, og tvær tær seinastu ferðirnar hava skálamenn avgjørt ikki havt marginalirnar á sínari síðu. Um væl vildi við kundi úrtøkan havt verið kanska fýra stig, men einki er komið á kontuna.
Í fyrsta umfari vann Víkingur 4-1 í Sarpugerði, eftir at Skála var frammanfyri, tá ið tað var hálvleikt.
-Tað er altíð torført hjá øðrum at spæla á Skála, og soleiðis ætla vit, at tað skal vera hjá Víkingi í morgin. Vit hava alla orsøk at vera nøgdir við, at liðið hevur ment seg síðani uppflytingina. Síðstu dystirnir hava víst, at vit megna at spæla okkum úr fyrsta pressinum, og at vit megna at hótta í álopinum. Vit rokna avgjørt við, at tað skal eydnast at røkka málinum, sum er at varðveita plássið, sigur Skála venjarin Pauli Poulsen.
Allir skálamenninir eru tøkir undan lokaluppgerðini seinnapartin.
Skála og Víkingur hittast aftur á Skála hósdagin, tá ið fyrra hálvfinalan í steypakappingini verður á skránni.
-Tað er altíð torført á Skála, men vit kenna treytirnar. Um vit skulu hugsa um at halda tørn um góðu støðuna í landskappingini, so er neyðugt at vinna, og hósdagin skulu vit røkka góðum úrsliti, um vit skulu halda tørn um vónina at vinna steypakappingina fimta árið á rað, sigur Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen.
Einasti Víkinga spælarin, sum ikki er tøkur í dag, er Hanus Jacobsen, ið er langtíðarskaddur.
Skála-Víkingur: Rúni Gaardbo klokkan 15.00.