Tann 1. apríl byrjaði Astrid Fisker-Bødker í tíðaravmarkaðum verkætlanarstarvi hjá Visit Suðuroy í Vági. Astrid kemur at hava ábyrgdina av størri seruppgávum, sum eru ætlaðar ferðavinnuni í syðru helvt.
- Astrid er donsk, men búsitandi í Vági teir komandi mánaðirnar. Hon er útbúgvin innan samskifti frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Umframt lærdóm innan samskifti, hevur Astrid eitt nú starvast hjá DR og Core Property Management í Danmark.
Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu verður víst á, at eitt serligt við Astrid, ið fer at gagna Visit Suðuroy og arbeiðnum innan ferðavinnuna, er, at hon er útlendingum, sum ”vitjar” Vág.
- Soleiðis kemur hon eisini at síggja tingini úr sjónarhorninum hjá einum ferðandi, ið er nakað, sum vit kunnu gagnnýta, soleiðis at vit kunnu lyfta okkum enn meira, sigur Magnus Pauli West, leiðari hjá Visit Suðuroy.











