Nú noyðist Tórshavnar Býráð ta tungu gongd í ein banka at taka lán.
Tað varð greitt á býráðsfundi í Havn í hóskvøldið.
Tórshavnar býráð hevur sett ætlanina á skinnarar at byggja nýggjan stórskúla á Fløtum í Vesturbýnum. Hann kostar 350 milliónir og skal vera liðugur um fýra ár. Og í tí sambandi er greitt, at kommunan noyðist at taka lán, kanska upp ímóti helvtini av byggikostnaðinum, ella einar 150 milliónir krónur.
Restina skal kommunan fíggja sjálv.
Men tað eru summir býráðslimir, sum eru rættiliga ørkymlaðir av, at kommunan noyðist at taka lán.
Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, heldur, at tað er eitt ómetaliga óheppið tekn at senda skattaborgarunum, at kommunan noyðist at taka lán í bestu tíðum nakrantíð.
- Tað er nú, vit skulu halda høvdið kalt, tí fara vit at læna í bestu búskapartíðum nakrantíð, er vandi á ferð.
Jógvan Arge vísir á, at í fjør fekk kommunan 72 milliónir meiri inn í skatti, enn mett var og hann skilir ikki, at tær ikki eru settar til síðis til skúlan á Fløtum.
- Tá ið tað ikki er hent, er tað tekin um, at tað er ov illa stýrt, sigur Jógvan Arge og Marin Katrina Frýdal, sum eisini er býráðslimur fyri Tjóðveldi heldur eisini, at talan kann ikki verða um at taka lán.
- Tað hava verið sterkar kreftir í býráðnum, sum hava viljað tikið lán, men kreftirnar, sum hava barst ímóti tí, hava vunnið, og tí er kommunan at kalla skuldarfrí.
Tey fáa somuleiðis undirtøku frá Sjúrði Olsen, býráðslimi fyri Fólkaflokkin. Hinvegin heldur Bogi Andreasen heldur, at tað er bráðneyðugt at gera skúlan, men allir býráðslimir vita, at alt annað fer ikki at verða lagt til viks fyri tað.
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sigur, at tann peningurin er brúktur til at rinda skuld aftur við, ein partur er brúktur til at gera lestraríbúðir í Kommunuskúlanum og harafturat er ein stórur partur farin til at rinda eldraøkið fyri, tí fíggingin frá landinum røkkur verri enn so til.
Hinvegin staðfesta bæði Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini hjá býráðnum, at kommunan er væl rikin, og er sera sterk fíggjarliga.
Í løtuni skyldar kommunan einar 85 milliónir krónur, og tað er ikki minni enn 15 prosent av eini álíkning, sum er hámarkið fyri, hvussui nógv, kommunan kann taka í láni.
Hinvegin halda tey, at tað er ikki rímiligt, at kommunan skal fíggja eina so stóra verkætlan í byggitíðini við inntøkum hjá býráðnum, tí so mugu allar aðrar útbyggingar leggjast á ís tey næstu fýra, fimm árini. Tí sigur tað seg sjálvt, at kommunan tekur lán til eina so stóra verkætlan.
Helena Dam á Neystabø staðfestir, at í løtuni eru 850 skúlabørn í Havn, heimleys, so er treytaleyst neyðugt at byggja skúlan, hóast tað krevur eina lántøku, tí ætlanin er at fíggja skúlan, uttan at hækka skattaprosentið, og so mugu aðrar íløgur lagast eftir tí.