Tað er nú, tú skalt heinta notur

Tað er mei, og tað er tíð at heinta notur og brenninotur. 

“Pas på brændenælderne!” rópa tey altíð í Danmark, tá hitin byrjar at breiða seg, og fólk ganga í berum beinum. Her heima ganga vit ikki so ofta í berum beinum, og tað er kanska tí, vit eru so fá, ið eru brend av notum. Og kanska er tað eisini orsøkin til, at vit eru so lutfalsliga fá, ið vita, at notur vaksa í Føroyum. 


Notur ella brenninotur verða nýttar í alskyns kostilskotum og natúrheilivági. Tað sigst nevniliga, at tær hava góða ávirkan á okkara heilsu og immunverju. Notur skulu vera góðar móti menstruatiónspínu, gikt og alt møguligt annað. Tær hava eitt høgt innihald av A-vitamin, C-vitamin, magnesium og zink.

 

 

Vilt tú hava fatur í hesum vitaminbumbunum, skalt tú ikki longur enn ein túr út á alfaraveg. Notur vaksa nevniliga vilt í øllum Føroyum, og tú kanst ofta fáa eyga á tær, um tú hyggur fram við vegkantinum.


Nýt handska sum verju, og heinta upp í posan av notum. So er klárt av fara heim at gera notute, notupesto, notusalt ella notusnaps. Tú kanst enntá gera vistfrøðiligt tøð við notum.


FAKTA:

 

- Notur vaksa vilt í Føroyum og finnast ofta fram við vegkantum


- Nýt handska, tá tú heintar notur


- Notur hava eitt høgt innihald av A-vitamin, C-vitamin, magnesium og Zink.

 

 

- Ansa eftir fingrunum!