Tað er næstan halgibrot í mínari verð

Henrik Old skilur væl, at tað er ein trupulleiki, at óhjálpin koma í klemmu í einum verkfalli, men spurningurin er, hvat kann gerast

– Tað er ótolandi at tað eru óhjálpin fólk, sum føla meinasta sviðan av einum verkfalli. Men verkfalsrætturin hjá fakfeløgunum kann ikki skerjast, tí hann er heilagur.

 

Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, er samdur við teimum sum halda, at tað var burtur úr vón og viti, at búfólk á stovnum undir Almannaverkinum vóru koyrd úr sínum egna heimi undir verkfallinum hjá pedagogunum, og at onnur heldur ikki fingu ta hjálp, tey høvdu fyri neyðini.

 

Edvard Heen hevur róð fram undir, at skipanin má broytast so at tað verður ein uttanveltað nevnd, ella eitt ráð, sum skal fáa heimild til at gera av, hvørji undantøk skulu gevast í einum verkfalli fyri at tryggja, at lív og heilsa ikki verður sett í gildi. Men hann leggur dent á, at talan má vera um eina skipan, sum allir partar hava fult álit á so at avgerðirnar verða virdar.

 

Bæði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Fía Petersen, forkvinna í Javna, halda eisini, at okkurt má gerast fyri at tryggja, at tey ikki koma illa fyri aftur í einum verkfalli, men tær hava einki beinleiðis boð upp á, hvat tað skal vera, uttan so, at Fía Petersen skilur fullvæl, at fakfeløgini stúra fyri verkfalsrættinum og Eyðgunn Samuelsen sigur, at talan má vera um eina skipan, sum ikki skerjir hann.

 

Henrik Old er samdur í, at verkfalsrætturin má ikki skerjast, tí tað er halgibrot í hansara verð. Vit kunnu ikki nokta fólki at fara í verkfall, leggur hann afturat. Hinvegin tekur hann undir við, at ein skipan verður funnin, sum tryggjar rættindini hjá viðskiftafólkinum hjá Almannaverkinum í einum verkfalli.

 

Men hann heldur, at í roynd og veru er bara ein loysn og tað er at gera fleiri fólk til tænastufólk. Tey kunnu ikki fara í verkfall, men afturfyri fáa tey so góða løn og eftirløn.

 

– Eg haldi, at einasta loysn er at gera eitt so stórt tal av starvsfólki til tænastumenn, at vit kunnu tryggja, at so frægt av virksemi kann varðveitast á stovnum í einum verkfalli, at lív og heilsa ikki verður sett í váða, og at teirra rættindi verða tryggjað.

 

Men hann leggur afturat, at skulu fleiri tænastumannastørv skipast, er tað neyðugt at taka samráðingarnar við fakfeløgini upp um hetta, tí tað er ein skipan, fakfeløgini mugu taka undir við.

 

Skipanin við tænastumonnum er annars miðvíst niðurlagað hesi seinastu árini, tí hon verður mett at verða ov dýr, og Henrik Old ásannar, at tað kann vera ringt at fáa politiska undirtøku fyri at seta fleiri tænastumenn. Men hinvegin heldur hann ikki, at talan er um so stórt tal at tænastumonnum sum krevst fyri at tryggja rættindini hjá teimum, sum eru ringast fyri, og tí heldur hann at tað átti at borið til.

 

Men hann leggur dent á, at skal heimildin at avgera hvørji undantøk skulu gerast, leggjast í eina uttanveltaða nevnd, soleiðis sum Edvard Heen mælir til, skal tað í øllum førum vera ein nevnd, fakfeløgini góðtaka til fulnar.