Tað er nú, vit skulu halda høvdið kalt, tí framferðin hjá Landsstýrinum, og kommununum hesa næstu tíðina, fær avgerandi týdning fyri, hvussu væl, ella illa, føroyska samfelagið klárar seg ígjøgnum koronakreppuna.
Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og tí heita tey á Landsmyndugleikarnar, og á kommunurnar, um at gera sítt til, at halda samfelagshjólini malandi.
Tey siga, at í royndunum at halda samfelagsskútuni flótandi, er tað avgerandi, at land og kommunur framhaldandi keypa vørur og tænastur frá føroysku vinnuni
Hóast støðan hjá nógvum fyritøkum er ring, hava fyritøkur eisini sett smittufyribyrgjandi tiltøk í verk og hava broytt mannagongdirnar so framleiðslan kann halda fram, í hvussu so er.
–Tí er tað týdningarmikið, at tað almenna í hesum tíðum heldur fram at keypa vørur og tænastur, og tey eru eisini vælkomin at framskunda ætlanir, sum enn ikki eru settar í verk, siga tey í Vinnuhúsinum.
Tey siga, at tað er væl skiljandi, at tað kann vera ringt at seta ferð á eftirspurningin, tá ið samfelagið annars farið niður í ferð.
– Men tað er í einari støðu sum hesari, at land og kommunur mugu halda høvdið kalt og gera sítt til at halda samfelagshjólunum malandi, siga tey í Vinnuhúsinum.
Tey fegnast um, at summar kommunur hva sett serlig tiltøk í verk fyri at økja um eftirspurningin úr vinnuni.
Eitt nú hevur Tórshavnar Kommuna gjørt av at framskunda ymsar smærri umvælingar.
Sostatt ljóða ráðini frá Vinnuhúsinum til Landsstýrið og kommunurnar um, at tey skulu
– Halda fram við verandi virksemi og ikki avlýsa ordrar
– Seta ætlað virksemi í gongd
– Seta meira ferð á arbeiðið at gera umvælingar og ábøtur, og á annað virksemi, sum hevur bíðað.











