Tað er munur á monnum

Arbeiða løgtings- og landsstýrismenn veruliga 3 til 5 ferðir so nógv sum Palliba og Marsanna?

 

Finnleif Guttesen

Borgarstjóri á Tvøroyri

?????????????????????


Nógv rok er í hesum døgum um eftirlønirnar hjá landsstýrismonnum, og er tað væl skiljandi, tí hetta mál vísir, at løgtings- og landsstýrismenn halda seg vera meira verd enn Palliba og Marsanna.


Eftirløn

Tað eru ógvuliga fá fólk, sum í dag kunnu fara úr arbeiði við rímuligari eftirløn, tí hetta hugtakið ?eftirløn? er so mikið nýtt í Føroyum.

Fyri at fáa eina rímuliga eftirløn, sum kann geva 60% av endalønini, skalt tú hava arbeitt í umleið 40 ár og goldið 15-18% av tínari løn øll hesi ár.

Eftirløn hjá løgtings-og landstýrismonnum

Løgtingsformaður skal bert sita í 8 ár, so fær hann 60 % av sínari endaløn.

Landsstýrismenn skulu bert sita í 8 ár, so fáa teir eisini 60 % av sínari endaløn.

Løgtingsmenn skulu bert sita í 16 ár, so fáa teir eisini 60 % av sínari endaløn.

Tænastumenn so sum aðalstjórar, deildarstjórar og onnur skulu arbeiða í umleið í 40 ár fyri at fáa 60% av sínari endaløn.

Eftir eftirlønini hjá løgtings- og landstýrismonnum at døma, skulu landsstýrismenn arbeiða 5 ferðir so nógv og løgtingsmenn 2,5 ferð so nógv sum Palliba og Marsanna, og er tað neyvan nakar føroyingur, sum trýr uppá sovorðna arbeiðsorku hjá okkara fólkavaldu politikarum.


Arbeiði

Politikarin hevur sjálvur tikið avgerð um sítt arbeiði, so hví í allari víðu verð skal hann hava betri sømdir enn t.d. tænastumenn?

Lønin í dag er rímulig, og ein eftirløn sum hjá tænastumonnum er eisini rímulig, so alt annað tos um eftirløn er bert fyri at fáa meira í egna lumma.

At politikarin skal vera verri fyri at fáa eitt arbeiði, um hann ikki blívur afturvaldur er bert undanførslur og einki annað.


Nevndir

Hví skulu nevndir setast fyri at kanna, hvussu lond rundan um okkum gera. Lønartalvan hjá tænastamonnum blívur fylgd, so hví skulu eftirlønarviðurskiftini hjá hesum bólki ikki eisini ikki eisini blíva fylgd av løgtings- og landsstýrismonnum?

Ella er politikarin so nógv meira verdur enn Palliba og Marsanna?