Einki av hinum liðunum megnar at nerta Mjølnir, sum aftur í vetur hevur bygt víðari á sítt góða grundarlag, ið nú við framúr úrslitum hevur staðið sína roynd seinnu árini. Styrki, royndir og breidd eru trý av fleiri lyklaorðum, ið kunnu brúkast um liðið úr Klaksvík, ið koyrir avstað og er greiður favorittur til greipuna í vetur.
So mikið einastandandi hevur spælið hjá Mjølni verið í vetur, at bara tvey sett eru tapt, og tí standa á stigatalvuni imponerandi tølini, ið vísa, at Mjølnir hevur vunnið allar sínar 15 dystir og hevur settmunin 45-2! Tað fyrra mista settið var á heimavølli ímóti Fleyr í fyrsta landskappingarumfari og tað seinna ímóti SÍ í fjórða umfari, men síðani er einki mist, samstundis sum stigatalvan vísir, at tað helst verður annað av hesum báðum mótstøðuliðunum, ið kemur í finaluna.
Leygardagin hevði Mjølnir vitjan av ÍF, sum fekk av at vita og slett ikki fekk víst nakað sum helst, tí Mjølir koyrdi so mikið sannførandi avstað frá byrjan til enda, at ÍF einki av settunum kom upp á tvísifrað tal av vunnum bóltum!
Fleyr væl við
SÍ hevur tað mesta av vetrinum verið næstfremst á stigatalvuni, og har var heldur ikki nakar slingur í valsinum, tá kvinnurnar úr Kollafirði komu á vitjan leygardagin. SÍ var gjøgnumgangandi betra liðið og spældi við einari sterkari stammu, ið KÍF slett ikki kundi matsja. Gamaní fekk KÍF bitið eitt sindur frá sær í triðja setti, men tað stóðst helst mest av, at kvinnurnar úr Sørvági tóku sær av løttum ímóti endanum.
Hini bæði liðini, ið hava ligið framvið at koma í FM-finalurnar, hava verið Fleyr og TB, og tey bæði møttust í Gundadalshøllini í gjár, men har megnaði Fleyr at seta tingini so mikið upp á pláss, at TB misti týðandi fet í finalukappingini.
Hjá Fleyr gekk strúkandi í fyrsta setti, men so kom TB í gongd í øðrum setti og var á odda 20-11, tá Fleyr vann bóltin aftur og Guðrið Syderbø slapp at serva og gjørdi bart, tí hon stegðaði ikki aftur, fyrr enn Fleyr hevði vunnið settið 25-20! TB gavst ikki so, men bleiv við, og í triðja setti bragdaði, men so var eisini liðugt. Fleyr, sum ikki spældi væl í triðja settinum, fekk stýr á tað heila í fjórða og megnaði tá at koyra bæði settið og sigurin heim.
Sostatt er Fleyr framvegis væl við í kappingini við SÍ um annað FM-finaluplássið. SÍ hevur trý stig fleiri og munandi betri settmun, men allíkavæl kann nógv henda enn, so her má staðfestast, at kappingin framvegis er opin. Hinvegin er TB nú ov langt afturi til at kunna hótta SÍ, og spurningurin er eisini, um TB hevur neyðugu styrkina til tað. So tað sær altso út til at standa millum SÍ, ið er frægast fyri, og Fleyr, ið skal royna at bjóða av, nú kappingin er farin at halla.
Tætt á Toftum
Tann dysturin, sum á pappírinum sær mest spennandi út um vikuskiftið, var dysturin á Toftum í gjár millum Ternuna og Drátt, sum eru tvey av liðunum í niðaru hálvu á stigatalvuni. Men fleiri av teimum eru nokk so jøvn, so tí kann meira enn so koma fyri, at talan er um spennandi dystir.
Ternan vann 3-0 á Drátti, men settúrslitini kundu bent á ein dyst, ið var meira spennandi enn ein vanligur 3-0 dystur. Í fyrsta setti vann Ternan 28-26 og so 25-23 í hinum báðum settunum, men hóast hetta, so frætta vit av Toftum, at Ternan hevði gott stýr á tí heila og at tað ongantíð bleiv so spennandi, sum slík tøl kundu bent á.
Dráttur møtti ikki við sterkastu manning, men hinvegin gav Ternan sínum yngru spælarum møguleikan hesaferð, og eitt nú fekk ein 14 ára gomul sín fyrsta dyst. Ternan hevði rutinuna á bonkinum, men gjørdi ikki so nógv brúk av henni, burtursæð frá, at akslaskadda Sóley Troleis í tveimum settum kom inn til teir báðar síðstu bóltarnar.
Av Toftum verður sagt, at av tí at tær kanska ikki eru so vanar at vinna, kann tað gerast eitt sindur nervøst, tá liðið kemur langt framum og so fer at slappa í so nógv av, men hesaferð megnaði liðið at halda fast til tað síðsta, og tí var 3-0 sigurin tryggari, enn tølini annars kundu bent á.
Eikligan, kvinnur
26/01 Mjølnir-ÍF 3-0 (25-9, 25-8, 25-9)
26/01 SÍ-KÍF 3-0 (25-12, 25-7, 25-21)
27/01 Ternan-Dráttur 3-0 (28-26, 25-23, 25-23)
27/01 Fleyr-TB 3-1 (25-11, 25-20, 20-25, 25-19)
1 Mjølnir 15 15 0 45 2 43 24
2 SÍ 15 12 3 39 10 29 20
3 Fleyr 15 10 5 34 20 14 17
4 TB 15 10 5 31 21 10 14
5 Ternan 15 5 10 20 34 -14 9
6 Dráttur 15 5 12 20 32 -12 8
7 KÍF 15 3 12 13 39 -26 5
8 ÍF 15 0 15 1 3 -44 0