Í desember var arbeiðsloysið 1,3 prosent og tað svarar til at 400 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Fyri einum ári síðani, í desember í 2019, var arbeiðsloysið 0,9 prosent, so tað er vaksið eitt vet. Men hóast tað er vaksið eitt vet, sigur Hagstovan, at sum heild stendur tað, at kalla ístað.
Hagstovan sigur, at í desember var arbeiðsloysið hjá monnum 1,3 prosent og hjá kvinnum var tað 1,4 prosent.https://stagebank.hagstova.fo/sq/0ec90288-d69c-4ae5-a451-ee88542e131d?select
Uppgerðin vísir eisini, at arbeiðsloysið er størst í Suðuroy, har tað er 2,2 prosent og í Vágum har tað var 1,9 prosent. Hinvegin var arbeiðsloysið lægst Norðoyggjum tí har er tað 0,8 prosent og í Eysturoy var tað 0,9 prosent.
Uppgerðin vísir eisini, at 11,3 prosent av teimum, sum vóru arbeiðsleys í desember, vóru langtíðararbeiðsleys, og tað merkir, at tey høvdu verið arbeiðeiðsleys í meira enn eitt ár. Í desember í 2019, vóru 13,0 prosent av teimum arbeiðsleysu, langtíðararbeiðsleys.