Tølini siga, at 2013 var sonn marra hjá KÍ, sum ongantíð fekk tak á verjupartinum. Í gjár var fyrsta royndin, síðani Jonas Flindt Rasmussen og Ndende komu til Klaksvíkar við tí fyri eyga, at nú skal skil fáast á verjuni. Teir báðir vóru eyðsýndir í Fuglafirði í gjár.
3-1 sigurin bendir á, at tað er longri millum lekarnar, og at teir ikki eru so stórir, sum teir vóru í fjør, tá ið tað í handavending eydnaðist ÍF at svara aftur, eftir at klaksvíkingar høvdu lagt seg framum 3-0.
– Vit hava arbeitt nógv við at betra um skipanina av verjupartinum. Hesa ferð órógvaði vindurin, men eg haldi, at tilvitanin um leiklutirnar í verjupartinum sást at vera størri, og at tað var við til leggja grund undir sigurin. Spælararnir eiga eisini rós uppiborið fyri, at teir arbeiddu framúr, heldur væl nøgdi KÍ venjarin Eyðun Klakstein.
ÍF legði bragdliga fyri, og tað var óvæntað fyri mótstøðumenninar, at Albert Ellefsen og ÍF vóru í 3-5-2 uppstilling, sum bar við sær, at fuglfirðingar fyrsta hálva tíman oftast vóru fleiri á miðvøllinum enn mótstøðumenninir.
Hóast ÍF hevði yvirvág, so megnaði heimaliðið ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar, fyrrenn dysturin var mest sum avgjørdur. Tá var Dánjal á Lakjuni eina ferð spældur leysur innanfyri verjuna, men Meinhard Joensen bjargaði, og so minkaði Karl Løkin um munin til 3-1 við beinleiðis frísparki, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.
– Hetta var ikki okkara dagur. Vit fingu ikki nyttu burturúr, tá ið vit vóru omaná, men tað fingu teir, sigur Bartal Eliasen, sum mannaði verjuna saman við Fritleif í Lambanum og Poul Nolsøe Mikkelsen. Høgni Zachariassen var ikki førur fyri at spæla, og tað kom illa við.
Tað var avgerandi, at KÍ skoraði stutt undan og stutt eftir steðgin. Í báðum førum var hetta staðfesting av, at tað kostar at missa í uppspælinum. Stutt undan steðginum legði Hjalgrím Elttør upp, og Atli Danielsen skoraði úr stuttari fjarstøðu. Sutt eftir steðgin var tað væl upplagdi Atli Danielsen, sum spældi Páll A. Klettskarð leysan, og málslúkurin takkaði fyri. Sørmundur Kalsø skoraði triðja málið eftir hornasparksinnlegg frá Tóri Justesen, sum er nýggjur á vinstra vongverja.
Støðutalvan sigur, at KÍ er ovast eftir fyrsta umfar. Tað leggja teir bláu vit gamla v mynstrinum um hálsin ikki so nógv í. Tað ræður um at varðveita hugburðin og spæla og stríðast.
– Vit missa ikki mótið. Tað eru 26 umfør eftir, og vit ætla okkum á talvuna sum skjótast, staðfesti Bartal Eliasen.










